Málaraveitsla á Hvonn

Millum starvsfólkini hjá málarameistaranum Una Zachariasen kann ein av lærlingunum hátíðarhalda, at hann er liðugur at læra, og ein av sveinunum kann hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag.

Talan er um Jákup Stenberg á Argjum, sum fríggjadagin varð avlærdur sum bygningsmálari, og

hósdagin 1. apríl hevur Jesar Jacobsen í Havn 25 ára starvsdag. Jesar, sum er vestmenningur, lærdi til bygningsmálara hjá Una Zachariasen og hevur arbeitt øll árini hjá honum. Uni Zachariasen hevur 13 fólk í starvi, harav tveir lærlingar.


Starvsfólk hjá Una arbeiða í løtuni við fullari kraft í báðum matstovunum á Hvonn í Tórsgøtu.

Byrjað varð mánamorgunum 22. mars, og matstovan letur upp aftur hósdagin á middegi. Umframt málararnar skifta gólváleggjarar teppini, og nakrir av møblunum verða eisini skiftir.