Tíðum hoyrist og sæst t.d. »yrking eftir Mikkjali á Ryggi«. Í hesum føri skal fyrisetingin eftir stýra hvønnfalli, og tað rætta er tí »yrking eftir Mikkjal á Ryggi«, »málningur eftir Jógvan Waagstein«. Summi nýta »av« í staðin, og tað skal ikki sigast at vera skeivt, men hugsið um merkingarmunin í hesum dømum: »mynd eftir Ingálv« og »mynd av Ingálvi«.
Eitt blað skrivaði, at »alt var í veitsluróma«, eigur at vera »?í veitslurómi«. Orðini rómur (av mannamáli) og rómi (á mjólk) eiga ikki at koma í bland. Hitt fyrra er sterkt bent og hitt seinna veikt bent orð. »Rómur í høll«, men »rómi oman á mjólk«.
Orðafar nr. 1, 1986