Málið er ikki Saddam Hussein, men oljan í Miðeystri

Fyrrverandi amerikanski løgmálaráðharrin, Ramsey Clark, sigur, at amerikanska tosið um Saddam Hussein og hópoyðingarvápn er bara eitt skálkaskjól fyri veruligu amerikansku ætlanini, sum er at fáa ræðið á oljuleiðunum í Miðeystri.

USA-Irak

Ramsey Clark, sum kom til Bagdad í gjár, vil vera við, at tað veruliga málið við amerikansku álopsætlanunum á Irak er at fáa ræðið á teimum ríku oljuleiðunum við Persaflógvan. Tosið um iraksk hópoyðingarvápn er ikki annað enn eitt skjálkaskjól, segði hann.
Fyrrverandi løgmálaráðharrin sigur, at USA er longu í kríggi við Irak hvønn einasta dag, og tað eigur tað vanliga amerikanska fólkið at skilja.
Ramsey Clark er í Irak saman við einar amerikanskari nevnd, sum hevur sett sær fyri at vísa á, hvussu nógv irakska fólkið líður undir teimum tiltøkum, sum ST setti í verk aftan á Flógvakríggið.