- Málið er væl úr hondum greitt

At Sambandsflokkurin og løgmaður eru í iva um eina yvirtøku, skilji eg væl, men tað er ikki rætt, at tað eru so nógv ivamál í samband við yvirtøkuna, sum løgmaður vil vera við.

Tað skrivar Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkinum, í lesarabrævi, hon hevur sent Sosialinum. Hon sipar til viðmerkingarnar hjá løgmanni í útvarpinum í gjár, tá hann greiddi frá ivamálum í sambandi við yvirtøkuna av útlendingaøkinum.

Annika Olsen var landsstýriskvinna í innlendismálum til 6. apríl í ár, tá Fólkaflokkurin fór úr samgonguni. Hon skrivar, at tá var meira ella minni alt komið undir land í samband við yvirtøkuna; bara svar vantaði frá Schengen um marknaðareftirlit. Tað var høvuðsorsøkin til, at yvirtøkan ikki varð løgd fyri Tingið síðsta framløgudagin, sum var tann 1. mars. Svarið kom seinni í apríl frá donsku myndugleikunum um, at tað juridiskt er í lagi at yvirtaka marknaðareftirlitið og framhaldandi vera ein partur av Schengensamstarvinum.

- Nú varðar løgmaður sjálvur av yvirtøkulógini, og er tað løgmaður, sum formliga skal fremja yvirtøkuna vegna landsstýrið og leggja lógina fyri Tingið. Tá tað nú framhaldandi verður sagt, at so nógv ivamál eru í samband við yvirtøkuna, so eru hetta allarhelst reinar undanførslur hjá minnilutasamgonguni, skrivar Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.