Útlendingamálið
Eftir at útlendingamálið enn einaferð er endað ovast á fjølmiðlabreddanum, staðfestir løgmaður nú, at hetta mál skal fáast í rættlag. Og við rættlag tosar hann um eina umsiting av lógini, sum allir partar kunnu liva við.
Er ein trupulleiki
Og hann viðgongur eisini, at talan er um ein politiskan trupulleiki fyri seg sum løgmann. Hetta tí semjan, sum varð gjørd á økinum fyri góðum ári síðani ikki verður fylgd.
- Sjálvandi er tað ein trupulleiki. Tá tosað varð um herda siðvenju á útlendingaøkinum, var breið semja um, at hetta ikki skuldi raka fólk, sum longu vóru í landinum. Samstundis varð avtala gjørd um sonevndu ítróttarvisum'ini.
- Eg haldi sjálvur, at allir partar vóru hampuliga avkláraðir um støðuna, tá tann semjan varð gjørd. Og í øllum førum roknaðu vit við, at talan nú skuldi verða um eina meira smidliga skipan.
Men nú verður sagt, at skal talan vera um framleingjan, so skal hetta vera hjá sama arbeiðsgevara?
- Ja, og tað er eisini trupulleikin. Tað var so avgjørt ikki ætlanin í teirri semjuni, sum tá varð gjørd. Tá tosaðu vit um, at vit ikki kundu tveita fólk úr aftur landinum. Og tað var eisini hetta, sum semjan var um. Sum eg sigi, so helt eg sjálvur, at hetta var komið i trygga legu, men tá vit so síggja slík mál, sum hatta í Sørvági, so er tað greitt, at talan er um ósamsvar millum ætlan og gerð, heldur løgmaður.
Og hann leggur afturat, at skipanin, har arbeiðsloyvi eru tengd at einstøku arbeiðsplássunum, er sera óhepping.
- Í hesum einstaka málinum gevur tað trupulleikar, tí fyrrverandi arbeiðsplassið er farið á húsagang,. Men hetta inniheldur eisini fleiri onnur elementir. Hetta læsir jú útlendingin fastan at ávísum virki. Er talan um dugnalig starvsfólk, so er jú vanligt, at hesi kunnu fáa tilboð frá øðrum arbeiðsgevara, sum kanska eisini vil geva betri løn og treytir annars. Tað fær ein útlendingur ikki loyvi til, um vit tulka lógina strangt, og tað kann ikki vera rætt. Hartil hevur arbeiðsgevarin eitt sera stórt vald á arbeiðstakaranum í slíkari støðu. Arbeiðstakarin hevur jú einki annað val, enn at halda seg til virkið, har arbeiðsloyvið liggur, staðfestir løgmaður.
Á skránna í morgin
Mikudagin var málið eisini ovarliga á breddanum í tinginum, og Jóannes Eidesgaard staðfestir, at hetta er eitt mál, sum ikki kann liggja óloyst.
- Vit skulu jú eisini minnast til, at talan er um ein marginal-trupulleika á arbeiðsmarknaðinum. Tað er jú ikki soleiðis, at stórir hópir av útlendingum standa og banka á dyrnar hjá føroyska samfelagnum. Hetta eru fólk, sum í nógvum førum eru biðin um at koma til landið, og sum eisini eru integrerað í føroyska samfelagnum. Og tí kunnu vit ikki loyva okkum, at slíkur ivi áhaldandi er um teirra rættindi.
- Tí kemur málið á skránna í lítlu samgongu longu í morgin. Jacob Vestergaard verður eisini við á tí fundinum, og so mugu vit fríska upp, hvør semjan er á økinum, staðfestir løgmaður.
Og hann er eisini púrasta samdur í, at lógarteksturin ikki er nøkur forðing í avgreiðsluni av hesum partinum av útlendingamálinum,.
- Vit hava jú greitt fingið at vita úr Danmark, at vit hava stórt frælsi í okkara hátti at umsita lóggávuni. Ynskja vit at hava eina smidliga og lagaliga tulking, so fáa vit hetta uttan nakað hóvasták.
Útlendingamálið vigaði nógv
At útlendingamálið nú aftur er á breddanum, bert fáar dagar eftir uppsøgnina av Jógvan við Keldu, hevur fingið fleiri at sett spurningin: Var hetta veruliga orsøkin til, at landsstýrismaðurin varð loystur úr starvi?
Vit settu eisini løgmanni hendan spurningin.
- Sum eg alla tíðina havi sagt, so var talan um eina heildarmeting. Men tað er ein sannroynd, at útlendingamálið hevur fylt - og framvegis fyllir - nógv í Innlendismálaráðnum.