Málið um Madeleine tikið uppaftur

Nú eru næstan fimm ár, síðani enska smágentan Madeleine McCann hvarv í Portugal. Málið er ongantíð uppklárað, men nú hava myndugleikarnir fingið nýggjar upplýsingar, sum kanska kunnu loysa ta nógv umrøddu gátuna.

Portugisiska løgreglan og Scotland Yard hava eftir tvey ára steðg tikið kanningararbeiðið uppaftur, tí ætlanin er at gera enn eina roynd at fáa staðfest, hvat veruliga hendi, tá Madeleine McCann hvarv í Praia la Luz í Portugal tann 2. mai í 2007.

-Myndugleikarnir hava fingið upplýsingar, sum eftir øllum at døma eru so áhugaverdir, at teir kunnu gera, at kanningararbeiðið formliga verður uppafturtikið. Tað er mest sannlíkt, at myndugleikarnir hava fingið nýggj spor at ganga eftir, sigur verjin hjá foreldrunum, Gerry og Kate McCann, Rogerio Alves, við blaðið The Mirror.

Scotland Yard sigur, at formliga er kanningararbeiðið ikki tikið uppaftur, men at 30 fólk eru sett at arbeiða við tí, samstundis sum portugisiska løgreglan hevur sett eitt serligt lið til at kanna málið.