Toppdysturin hetta umfarið var í Gundadali, har B36 og KÍ møttust.
Jóannes Hansen skrivaði soleiðis um dystin á in.fo fyrr í dag: "Toppdysturin í hesum umfarinum var í Gundadali, har B36 hevði vitjan av KÍ, sum undan hesum umfarinum var ósigrað.
B36 vann 3-2, og harvið hava øll liðini roynt at fara av vøllinum uttan úrtøku. KÍ legði seg framum, men eftir heilt lítlari løtu vendi B36 øllum á høvdið við at leggja seg framum 2-1. B36 økti til 3-1, áðrenn KÍ tíggju minuttir undan leikloki minkaði um munin.
Síðstu løtuna vísti KÍ sera góðan hugburð, men pressið bar ikki mál við sær, og so vann B36 3-2."
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum, ið komu í dystinum millum B36 og KÍ.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.
Jákup á Borg er ovurfegin um sigurin og avrikið hjá sínum monnum. Hann heldur fyri, at tað er í einum slíkum dysti. at "teysirnar" verða skildar frá monnunum, sum Jákup so litríkt málber seg. Jákup á Borg undirstrikar eisini, at sigurin ger, at B36 nú aftur er við í spælinum um FM-gullið. Við einum tapi í dag hevði B36 verið níggju stig aftanfyri KÍ. Jákup á Borg viðgongur, at tað sá ikki so gott út seinastu løtuna tá støðan var 3-2, og KÍ trýsti fyri at javna til 3-3, men hann heldur, at hansara menn arbeiddu hart hesa løtuna.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Jákup B. Andreasen hjá KÍ hoyrist HER