Málini rapla inn

23 ferðir er Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, farin í meskarnar eftir bóltinum, tí mótstøðuliðini hava fingið mál. Sandoyingar hava púrt einki prógvað í landskappingini higartil

– Tað sigur seg sjálvt, at tað er strævið. Tað eru næstan eingir glottar at hóma í spælinum ella úrs­lit­unum, og tað er ikki ofta, vit kunnu taka okkurt stimbrandi við okk­um. Tað er tungt.
Ebbe Kristin Thomsen, B71, harm­ast um støðuna. Sandoyingar eru bukaðir bláir og gulir higartil. Null stig og 23 mál farin ígjøgnum eftir fimm dystum. Seinastu tveir heimadystirnir tala sítt greiða mál. Víkingur vann 6-0, og B68 vann 5-0.
Tað er helst ikki at taka ov rívan til at siga, at B71 fer at fáa tað sera trupult í bestu deildini næstu mánaðirnar.
– Tað er lítið fólk at taka av. Tijani Mohammed spældi við skaða í dag, og eg havi verið sjúkur sein­astu dagarnar. Vit hava tørv á fleiri fólki, tíverri, sigur Ebbe Kristin Thomsen.

Tað verður tungt
Bill M. Jacobsen og B68 vunnu fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum um vikuskiftið. Hann sigur, at B71 hevði tvær upplagdar møguleikar at fáa mál beinanvegin. Toftamenn fingu brádliga leiðslumálið. Venjarin hjá B68 heldur, at keðiliga gongdin hjá sandoyingum merktist.
– Støðan hevði verið ein onnur, um teir løgdu seg á odda. Teir hava tapt við nógvum málum fyrstu vikurnar, og sinnisliga hevur tað stóra ávirkan. Mótbrekkan var teim­um tung beinanvegin, heldur Bill M. Jacobsen.
Jónleif Højgaard, Ibrahima Camara, sum skeyt tvey mál, Niclas Fríðrikur Joensen og Stig-Roar Søbstad komu á máltalvuna fyri B68.

Finnbogason útvístur
Helgi Annel Finnbogason var út­vístur í fyrsta umfarinum, tá sand­oyingar spældu móti KÍ. Hann fekk aftur reyða kort hesaferð. Íslend­ingurin var feldur, tá hann var knapp­ur aftur á fótum og hevndi seg.
Ebbe Kristin Thomsen hevur greiða støðu.
– Tað var reytt kort. Hann rendi høvdið eftir mótstøðuspælaranum, og tað er reytt kort. Vit vóru aftan fyri við tveimum málum tá. Eftir steðgin ræður bara um at avmarka tapið sum frægast, sigur Ebbe Kristin Thomsen.
Bill M. Jacobsen heldur ikki, at útvísingin hevði stóra ávirkan.
– Vit vóru greitt omaná. Tað verð­ur sjálvsagt tyngri fyri teir, men vit høvdu fult tamarhald á dyst­inum, sigur hann.

Líkist kreppu
Tað minnir ikki sørt um eina kreppu á Sandoynni í dag. Liðið hevur als ikki staðið kurl við hini liðini í Vodafonedeildini higartil. Úrslitini fekk heimasíðuskrivaran hjá B71 at taka blaðið frá munninum síðsta vikuskiftið.
– B71-spælararnir sóu ógvsuliga uppgevandi út. Hetta gongur ikki, tá man spælir við B71! Skal man spæla við B71, verður man noyddur at ofra seg 100 prosent. Um allir spæl­ararnir ikki gera alt, hvat teir kunnu fyri at hjálpa hvørjum øðrum, so ber tað slett ikki til, skriv­ar heimasíðan.
Tað vita, hvør trupulleikin er. Stríðshugurin, sum bar langt síðsta kappingarár, skal finnast fram aftur alt fyri eitt. Spurningurin er, hvussu Piotr Krakowski, sum hevur evstu ábyrgdina av liðnum, fær tað í lag.