Mælir til størri samstarv

? Tað verður tosað, sum um eingir vegir eru í Suðuroynni. Alt skal liggja í bakgarðinum, men tað er púra vanligt allastaðni í heiminum, at fólk koyra til og frá arbeiði, sigur John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum heitir á suðuroyingar um at samstarva sum ein oyggj

? Tað var óheppið at flyta byggingina av miðnámsskúlanum, tá ið økið var grivið út í Vági, og at blanda eitt røktarheim upp í málið. Men nú avgerðin er tikin, mugu vit liva við henni.
Tað sigur John Johannessen, sum umboðar Javnaðarflokkin í mentanarnevndini hjá løgtinginum. Hann er valdur í Havn, men vaks upp í Suðuroy.
? Ein meiriluti í samgonguni tók undir við at byggja ein skúladepil í Hovi, og tá ið løgtingsmenninir úr Suðuroy eisini tóku undir við tí, so má mann ganga út frá, at teir vita, hvat er best fyri oynna, sigur John Johannessen.

Vegir eru í Suðuroy
Javnaðartingmaðurin mælir til, at suðuroyingar virða avgerðina um skúlan og arbeiða saman um menna oynna.
? Nú avgerðin er tikin, fari eg at heita á suðuroyingar um arbeiða saman fyri at fáa eitt røktarheim í oynna eisini. Skal tosast um at menna Suðuroynna mótvegis restina av landinum, mugu suðuroyingar arbeiða saman sum ein oyggj, sigur John Johannessen.
? Tað verður tosað, sum um eingir vegir eru í Suðuroynni. Alt skal liggja í bakgarðinum, men tað er púra vanligt allastaðni í heiminum, at fólk koyra til og frá arbeiði, og tí eiga suðuroyingar at samstarva meira sum ein oyggj, heldur hann.