Málmaður fløsku í høvdið

Leygardagin fekk málmaðurin hjá Athletico Bilbao eina fløsku í høvdið undir dystinum ímóti Real Betis, og dysturin mátti steðgast

Málmaðurin Armando Ribeiro misti vitið eina løtu, og nú verður roknað við, at Betis fær harða revsing fyri tilburðin. Sannlíkt er, at eingir áskoðarar sleppa inn til næstu heimadystirnar hjá Betis í sponsku kappingini.