Málmaður: Vit skulu jarðleggja Ronaldo

- Eftir tveimum minuttum skulu vit hava farið so illa við honum, at hann má berast av vøllinum. Er nøkur onnur loysn? Teir eru jú betri enn vit, ljóða ræðandi orðini frá belgiska landsliðsmálverjanum, sum til dagligt leikar fyri Club Brügge. Orðini eru ætlað til tann stóra bóltsnillingin hjá Portugal, Cristiano Ronaldo.

 

Belgiska landsliðið hevur roynt at fingið Stijnen at umbera síni orð, men hann heldur ikki, at tað er nakað at umbera seg fyri.