Málningaframsýning í skúlanum við Løkin á páskum

Í dag kl 15 fer Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, at seta málningaframsýning í Skúlanum við Løkin, tá kór Glyvra kirkju eisini syngur.

 

Peningurin, sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til skótahúsið við Løkin, sum er karmur um arbeiðið hjá skótunum á Skálafjørðinum.

 

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið væl vitjað. Framsýnarar eru fólk, sum royna seg fyri fyrstu ferð, saman við nógvum royndum listafólkum.

 

Øll eru vælkomin, siga KFUM-skótarnir við Løkin.