GÍ-LÍF 3-3 (0-1):
2. deild
Sum onnur deild í ár tykist at hætta sær, so eru øll uttan GÍ og LÍF við í kappingini um heiðurskrónurnar.
Leygardagin hittust hesi bæði liðini í Gøtu, og úrslitið sum so gav onga ábending um, hvat av liðunum helst noyðist tungu gongdina niður í aðru deild komandi kappingarár.
Talan gjørdist um ein málríkan javnleik, og ivaleyst munnu vertirnir vera best nøgdir um hendan, tí tað var alla tíðna LÍF, sum hevði leiðsluna í dystinum, tó at GÍ av og á megnaði at stríða seg upp á javnt.
Mugu vinna
Við javnleikinum verður nú heldur torført hjá gøtumonnum at síggja, hvaðani neyðugu stigini til bjargingina skulu koma. Higartil hevur talan bert verið um hin eina sigurin ? tann móti B36 ? og spurningurin er, hvørjum liðum GÍ kann rokna við at taka nakað frá. Í øllum førum um mett verður eftir úrslitunum í fyrru hálvu.
Gøtumenn eru tó kendir fyri sítt treiskni, og tað kann eisini væl hugsast, at teir kortini fara at skava somikið saman, at talan kortini verður um longda tilveru í næstbestu deildini.
GÍ-LÍF 3-3 (0-1)
0-1: Sigfríður Olsen
0-2: Tomek Resel
1-2: Páll Rói Poulsen
2-2: Meinhard Joensen
2-3: Fróði Joensen
3-3: Áslakur Nesá