2. deild
NSÍ var omaná, tá næstubestu klaksvíkingar vitjaðu í Runavík leygardagin. Talan var um týðandi dyst, tí um klaksvíkingar vunnu, so tóku teir NSÍ aftur. Hinvegin kundi NSÍ leggja sjógv millum seg og botnin við einum sigri.
Og tað var NSÍ, sum vann dystin og harvið fór seks stig fram um KÍ, sum er næstniðast.
Dysturin var málríkur, og ótrygt verjuspæl kostaði helst KÍ ein javnleik.
NSÍ kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Fyrra málið gjørdi Mortan Hansen, sum nú er aftur í NSÍ, eftir at hann gjørdist leysur í eini frísparksstøðu. Jan Nónklett økti til 2-0, eftir at hann fór ígjøgnum sjálvur.
Stutt eftir hálvleikssteðgin kom KÍ afturíaftur. NSÍ?arnir svóvu eitt sindur, tá KÍ tók eitt skjótt fríspark. Innleggið endaði hjá Olgari Danielsen, sum stútaði bóltin upp um málverjan og í handara síðunet.
Minkaðu tríggjar ferðir
Løtuna aftaná hevði KÍ lítið trýst á NSÍ-liðið, og tað var hesa løtuna ikki óhugsandi, at KÍ fór at javna. Men so skoraði NSÍ, tá KÍ-verjan ikki fekk bóltin burtur. Dánjal Hansen smekkaði til úr 18 metrum, og bólturin sat í síðunetinum. Besta málið í dystinum!
KÍ minkaði til 3-2, tá Erling Fles fór ígjøgnum og skoraði úr spískum vinkli.
KÍ legði nú nógv fyri, og tað kostaði í verjupartinum. Jan Nónklett og Mortan Hansen sluppu einsamallir avstað frá miðjum vølli, og Jan skoraði í tómt mál, tá Mortan legði uppá tvørs.
Enn einaferð minkaði KÍ, og tað var aftur Olgar Danielsen, sum fekk sent bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu.
Tá var tíðin um at fara, og NSÍ staðfesti sigurin við einum máli, sum innskifti Magnus Hansen gjørdi beint áðrenn leiklok.
NSÍ-KÍ 5-3 (2-0)
1-0: Mortan Hansen
2-0: Jan Nónklett
2-1: Olgar Danielsen
3-1: Dánjal Hansen
3-2: Erling Fles
4-2: Jan Nónklett
4-3: Olgar Danielsen
5-3: Magnus Hansen