Petur í Gong
Formaður í Brúkarasamtakinum
Nú verður sagt, at enska ávirkanin á okkara ungu er so mikið stór, at ikki er neyðugt við frálæru í hesum máli longu frá triðja flokki. Djúptøknar kanningar av málinum vísa eftir øllum at døma, at danska ávirkanin má lúta fyri tí ensku trumluni, og at hesi av okkara smæstu longu duga enskt, tá tey byrja í fólkaskúlanum.
Lítið man tað hava at siga, at í sjónvarpi eru nær um allar tær ensku rásurnar maldar í donsku kvørnini. Ella at í handlunum eru nær um øll bløð og tíðarrit á donskum máli. Og at fekst tú ikki eina føroyska bók, er hópin av donskum bókum at velja í. Og hvat hevur tað at siga, at filmar bert kunnu leigast ella keypast antin við danskari talu ella donskum teksti. At fartelefonir og teldur verða latnar okkum við donskum máli, og so at siga allar vørulýsingar eru danskar. Dømini eru mong, og kundu fylt alla síðuna. Tó munar tað eftir øllum at døma einki ímóti tí eirindarleysa enska málinum.
Men hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Sannleikin man heldur vera tann, at vit í Føroyum sjáldan hava møguleika fyri at velja nakað annað enn danskt. Ein sera ónøktandi støða hjá einum brúkara, sum kundi hugsa sær ein valmøguleika.
Nú kann mann siga, at útboðið fylgir eftirspurninginum, og at eingin eftirspurningur er eftir hesari vøruni. Nakað tað sama sum tær stóru donsku handilsketurnar siga, tá tær rudda handilshyllarnar fyri fjølbroytni. Men tað ber snøgt sagt ikki til at velja eina aðra vøru, tá hon ikki er at fáa.
Sjálvur haldi eg, at lívið hevði verið nógv litríkari, um eg kundi valt mær eina teldu við norskari útgávu av Windows. Ella um eg kundi keypt ein svenskan Pippi film og ein danskan Olsen banden. Og hvussu við einum enskum slatriblæði? Tað duga bretar eisini nógv betri enn danir.
Tó eru vit ikki heilt slept uppá fjall. Vit Føroyingar hava nevnliga altíð kunna keypt Bravo, hóast mong okkara ikki skilja so nógv av tí, ið har stendur skrivað. Men vit kunnu altíð hyggja eftir myndunum, og latast sum um.