Málveitsla

Hóast talan ikki var um nakran spennandi dyst, so fingu fáu áskoðararnir mikukvøldið høvi at síggja eina sanna málveitslu

Tjaldur-Neistin 30-41

(14-20)


Ikki færri enn 71 mál vórðu skotin teir 60 minuttirnar, sum dysturin vardi, og uttan at fara alt ov langt aftur í tíðina kann staðfestast, at hetta er málríkasti dysturin higartil í ár.

Heldur ikki er tað komið fyri fyrr í ár, at eitt lið hevur fingið fleiri enn 40 mál, so neistamenninir hava okkurt at tosa um í dag.

Fyri sigrandi liðið man tað eisini kennast hugaligt, at teir nú hava vunið seg upp á næst ovasta plássið á stigatalvuni, tá málmunurin er betri enn hjá strandingum. Gaman í er VÍF framvegis fýra stig framman fyri Neistan, men neistaliðið hevur so ein dyst til góðar.


Skoraðu eftir vild

Fyrstu løtuna av dystinum fylgdust liðini bæði upp eftir máltalvuni, men eftir at Neistin miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi eitt lop, var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Seinna helmingin av dystinum var lítið og einki at tosa um, og væl hýrdu neistaleikararnir skoraðu so at siga eftir vild.

Stóri málslúkurin gjørdist enn einaferð Heini Joensen, men merkisvert var tó, at hann hesu ferðina einki mál fekk frá sjey-metra strikuni, har hann annars hevur fingið ein part av sínum málum. Heini er nú einans fimm mál aftan fyri stóra stórskjúttan hjá vestmenningum, og framvegis eigur Heini ein dyst til góðar, so eisini her er tætt millum Neistan og VÍF.


Eingin hugur

Størsti trupulleikin hjá Tjaldur tykist vera, at leikararnir ikki taka uppgávu sína í nóg stórum álvara. Liðið telur fleiri stak góðar leikarar, men tá venjingarstøðan ikki er nóg góð, røkist lítið fyri, at úrtøkan í einstøku dystunum verður hin stóra.

Liðið hevur eisini tann veikleika, at fleiri av leikarunum eisini fáast við fyrstudeildarfótbólt, og tí er ikki óhugsandi, at liðið fer at verða nógv skert, tá vit koma út í februar mánað. Tískil verður helst neyðugt at fáa nøkur stig til vega komandi vikurnar, um teir ætla sær av niðastu rókini á stigatalvuni, men við avrikunum seinastu vikurnar í huga, er illa hugsandi at so verður.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Suni F. Johannesen 5 (1), Ragnar Olsen 5 (4), Arngrímur Arngrímsson 4, Mortan Hansen 4, Arnfinn Langgaard 2, Ken Bærendsen 1, Trygvi Mortensen 1

Neistin: Heini Joensen 14, Finnur Hansson 9, Áki Olsen 7 (1), Elmar Ósá 4, Karl O. Rasmussen 3, Regin Didriksen 2, Jákup S. Kass 2

Brotskøst:

Tjaldur 5, Neistin 1

Útvísingar:

Tjaldur 1

Dómarar úr StÍF:

Alexandur Johansen og Anfinnur Joensen