Málveitsla í Luxemburg

Føroyska manslandsliðið í hondbólti, ið er til Challenge Trophy Cup í Luxemburg í hesum døgum, hevur hamrað ein bólt fyri og annan eftir í netmaskarnar hjá mótstøðuliðunum, og hava higartil skúgvað alla mótstøðu til viks.

 

Fyrsti dysturin hjá føroyingunum var móti Malta mikudagin, og tá vann Føroyar 37-18, og í gjár spældu okkara móti írum, har vit gjørdu bart og vunnu 46-21. Í kvøld vóru tað so skotar, ið stóðu fyri skotum. Føroyingar gjørdu ikki mætari enn at hølva skotar av, við úrslitinum 58-19. Hesi øðiligu úrslit geva ávísar ábendingar um, at landslið okkara er rímuliga sterkt, og at teir kanska kunnu fara at geva teimum úr Luxemburg, sveittan at renna um ennið.

 

Luxemburg verður mett at vera sterkasta lið í hesari kapping, men teir hava ikki møtt Føroyingum enn. Fyri nøkrum árum síðani spældi føroyska landsliðið, tveir venjingardystir móti Luxemburg, og ta ferðina, var munurin ávíkavist 10 og 12 mál, við dystarlok, men hetta landsliðið hjá okkum er, uttan at taka munnin ov fullan, væl betur fyri enn okkara menn vóru tá.

 

Føroyingar hava fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu dystunum, men í morgin stendur Ongland framman fyri okkara, og tað verður væntað størri mótstøða. Men samanumtikið verður væntað at føroyingar fara at draga longsta stráðið.

 

Seinasti dystur í bólkaspælinum verður so móti Luxemburg, sunnudagin, og tað man nokk sigast at vera finalan.

 

Tá meiri er at hoyra úr Luxemburg, verður hendan greinin uppdaterað, so gloymi ikki at eftirkanna portalin.