Málveitsla í Sarpigerði

2.deild: Við einum 8-5 sigri á KÍ slapp GÍ undan at spæla niðurflytingardyst. Heini Heinason gjørdi helvtina av málunum hjá gøtumonnum, meðan Helmar Lassen var stóri maðurin hjá KÍ

Kravið hjá GÍ undan dystinum var ein sigur. Gøtumenn vóru á triðaftasta plássi undan dystinum og fyri at tryggja sær framhaldandi luttøku í næstbestu deildini var neyðugt við einum sigri. Hesum fóru gøtumenn eftir, og tað eydnaðist eisini at vinna í málríkasta dystinum í deildini í ár.

KÍ hevur verið flúgvandi í seinnu hálvu av landskappingini, men í hesum dystinum tóktist tað ikki sum at klaksvíkingar vóru serliga uppsettir at fáa trý stig til høldar. KÍ var niðast, tá kappingin var hálvrunnin, men teir hava nú tikið seg upp á fimta pláss. B36 fór tó framvið KÍ eftir seinasta umfarið.

Málini rullaðu inn í stríðum streymi heilt frá byrjan av. Longu tá tveir minuttir vórðu spældir legði Dánjal Pauli Dalbø GÍ framum. Helmar Lassen javnaði tríggjar minuttir seinni, men Erland Tvørfoss, sum fekk fatur á einum útspæli frá málverjanum hjá KÍ, og Heini Heinason løgdu gøtumenn framum 3-1, áðrenn Helmar Lassen aftur var uppá spæl og minkaði um munin til 3-2 beint fyri steðgin.

Heini Heinason skoraði til 4-2, meðan Helmar Lassen minkaði til 4-3 í teimum fyrstu minuttunum eftir steðgin. Bróðir Heina, Bárður Heinason, fekk fimta málið hjá gøtumonnum, men Fríðin Ziskason minkaði aftur við brotssparki. Veteranurin Símun Petur Justinussen slapp eisini uppí part. Hann skoraði eisini frá brotssparkblettinum. GÍ dróg síðani frá klaksvíkingum, tá Heini gjørdi tað til 7-4. Helmar svaraði aftur og skoraði til 7-5, og Heini Heinason sló sigurin fastan við seinasta málinum.

Fótbóltsliga virði var lítið, og tað sást á øllum brøgdum, at menn ikki vóru serliga væl upplagdir. Verjuspælið var út av lagi vánaligt í fleiri førum, og tað hevði ein stóran leiklut í teimum nógvu málunum.

GÍ bjargaði sær tó í seinasta dystinum, og teir verða sostatt at síggja aftur í næsta ár. KÍ fekk ikki ein heiðurligan enda á eini sera væl eydnaðari seinnu hálvu, men teir hava kanska verið tað mest sannførandi liðið saman við EB/Streymi eftir summarfrítíðina.


GÍ-KÍ 8-5 (3-2)

1-0: Dánjal Petur Dalbø

1-1: Helmar Lassen

2-1: Erland Tvørfoss

3-1: Heini Heinason

3-2: Helmar Lassen

4-2: Heini Heinason

4-3: Helmar Lassen

5-3: Bárður Heinason

5-4: Fríðin Ziskason

6-4: Símun Petur Justinussen

7-4: Heini Heinason

7-5: Helmar Lassen

8-5: Heini Heinason