Meinhardt Joensen stóð í mál allar 27 dystirnar fyri B36 í landskappingini í fjør, sum endaði við gullveitslu. Nú er geitt, at hann eisini stendur í mál í ár, umframt at felagið skrivað sáttmála við fýra ungar leikarar í felagnum.
Í teimum 27 dystinum í landskappingini í fjør fóru bara 28 mál ígjøgnum. Tað er áleið bara eitt mál ígjøgnum fyri hvønn dyst og tað var færri enn hjá nøkrum øðrum liðið í fjør. Tað er tí ikki uttan orsøk, at B36 eru sinnaðir at leinga sáttmálan við 32-ára gamla málverjan, sum nú fer í holt við sítt fjórða kappingarár sum B36 leikari. Meinhardt spældi í fjør og fyrraárið við árstalsfelagnum, umframt í 2008.
Heimsaíðan hjá B36 skrivar, at báðir partar allatíð hava havt eitt ynski um at leingja samstarvið og tí gekk tað skjótt at finna eina semju.
Meinhardt Joensen hevur sambært farosoccer.com spælt 199 dystir í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Umframt B36, so hevur málverjin eisini umboðað KÍ, B68, GÍ og NSÍ.
Heimasíðan hjá B36 veit eisin at siga, at felagið hevur gjørt sáttmála við fýra av ungu leikarunum í felagnum. Teir fýra, sum skrivaðu undir sáttmála, eru Hørður Askham, Rasmus Dan Sørensen, Jákup Højgaard og Sigurð Poulsen. Teir hava av og á roynt seg millum teir bestu og vónin hjá B36 er, at hesir mennast til fyrstaliðsleikarar í framtíðini.