Mánamyndir horvnar

Tey, sum eru komin so mikið upp í árini, munnu minnast myndirnar av teimum báðum fyrstu rúmdarmonnunum, sum spákaðu á Mánanum, men nú skrivar blaðið The Daily Telegraph, at amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur mist upprunamyndirnar burtur.

Tað hevur vakt stóran ans, tí í rúmdarheiminum vórðu upprunamyndirnar mettar sum ein sannur fongur, ið skuldi goymast væl. Kortini eru myndirnar ikki at finna í dag, og tað verður mett sum ein sonn vanlukka. Sambært The Daily Telegraph hevur leiðslan í NASA sett fólk at leita eftir myndunum, og tað seinasta er, at tær eftir øllum at døma liggja onkunstaðni í Goddard Space Flight Centre í statinum Maryland. Ein talsmaður hjá NASA viðgongur, at talan er um grovt ósketni, men hann ivast í, at tað fer at bera til at finna myndirnar aftur ímillum øll skjøl og annað frá teimum seinastu 35 árunum.

Tær fyrstu myndirnar av fólki á Mánanum vóru rættiliga kámar, og serfrøðingar siga, at upprunamyndirnar høvdu givið eina nógv klárari mynd av Mánanum og teimum báðum rúmdarmonnunum. Men verður upprunafilmurin ikki funnin aftur, fáa vit ongantíð tær veruligu myndirnar at síggja, skrivar The Daily Telegraph.