Mærsk ikki við í oljuleiting við Føroyar

Danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas verður ikki við í komandi oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Hetta sigur Bo Wildfang, varastjóri í felagnum við Sosialin.

Avgerðin er tikin eftir:

?eina umfatandi meting av øllum viðurskiftum í sambandi við leiting og møguliga framleiðslu í Føroyum?.

Danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas verður ikki við í komandi oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Hetta sigur Bo Wildfang, varastjóri í felagnum við Sosialin.

Avgerðin er tikin eftir:

?eina umfatandi meting av øllum viðurskiftum í sambandi við leiting og møguliga framleiðslu í Føroyum?.

Bo Wildfang sigur víðari, at Mærsk Olie og Gas kortini fer at fylgja útviklinginum í Føroyum sera neyvt. Hetta hevur hann júst boðað stjóranum í Oljumálastýrinum, Herálvi Joensen frá.

Uppá fyrispurning um hetta merkir, at Mærsk ikki metir møguleikarnar fyri at finna olju at vera nóg góðar ella orsøkin eru tær treytir, sum føroyskir myndugleikar hava sett, sigur Bo Wildfang, at tað hava teir onga viðmerking til. Hann vil heldur ikki siga, um hetta merkir, at Mærsk heldur ikki fer at verða við í eini møguligari 2. útbjóðing um nøkur ár.

Mærskstjórin váttar, at eitt annað annað av dóttur feløgunum hjá AP Møller, Danbor Service heldur fram við sínum fyrireikingum til at byggja upp eina útgerðarstøð í Suðuroynni. Og verða boð eftir Mærsk Contractors, sum er eitt borifelag, so verður støða tikin til tað til ta tíð.

Sosialurin skilur, at sjálvur Mærsk McKinney Møller hevur tikið avgerðina um, at oljuleitingarfelag hansara, Mærsk Olie og Gas ikki skal vera við í oljuleitingini við Føroyar.

-Tað er greitt, at ein so stór avgerð verður tikin á ovasta stað leggur Bo Wildfang aftrat. Hann sigur annars, at Mærsk hevur brúkt nógvar mill. kr. uppá forkanningarnar við Føroyar. Hvussu nógvar vil hann ikki upplýsa.