Mærsk meldað til løgregluna

Danska løgreglan skal nú kanna tíðindini um, at Mærsk hevur snýtt við dálkingarroyndunum á felagsins oljupallum í Norðsjónum.

Tað er fólkatingsmaðurin Per Clausen, sum hevur meldað Mærsk. Hann er framsøgumaður í umhvørvismálum fyri Eindarlistan.

Sambært upplýsingum í Politiken hevur Mærsk latið meiri olju út í havið av pallum í Norðsjónum, enn ásetingarnar loyva. Harafturat hevur blaðið avdúkað, at starvsfólk á minst einum palli fingu boð um at fara lætt um royndirnar, sum verða sendar Umhvørvisstýrinum, og sum vísa, hvussu nógv olja fer í havið. Í triðja lagi hevur Politiken skrivað, at Mærsk í Esbjerg hevur ávarað pallarnar í Norðsjónum, tá eftirlitsfólk hjá myndugleikunum hava verið á veg við út til pallarnar.

Leiðslan í Mærsk Olie og Gas hevur sagt, at hon fer at kanna málið, men Per Clausen sigur við Ritzau, at tað er ikki nøktandi. Tí vil hann hava løgregluna at kanna tíðindini í Politiken.