Játtanin til Kirkjubømúrin er nærum tvífaldað undir komandi fíggjarlóg. Í ár vórðu játtaðar 800.000 krónur til varðveiting av múrinum, men á komandi fíggjarlóg er 1,5 millión sett av til fornminnið í Kirkjubø. Í ár 2003 eru 2 milliónir settar av til varðveitslu av Kirkjubømúrinum.
Í løtuni arbeiðir ein nevnd við at finna bestu loysnina, hvussu múrurin skal varðveitast, men Petur Zachariassen, formaður, sigur, at enn er arbeiðið ikki komið nóg væl áleiðis, at hann kann úttala seg um, hvussu farið verður fram.
Higartil hava løgfrøðiligar forðingar seinkað varðveitsluarbeiðnum við Kirkjubømúrinum. Greitt er tó, at varðveitingararbeiðið byrjar komandi ár.