Ímóti Malta skal høvdið brúkast

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur mikudagin ein sjáldsaman møguleika at fáa reint hattrick. Tvær ferðir áður hava vit hitt Malta, og báðu ferðirnar hava Føroyar vunnið

Malta

Tað eru nógv, ið enn minnast dystirnar hjá føroyska landsliðnum ímóti Malta í HM-98 undankappingini. Tann 30.apríl 1997 skoraði Todi Jónsson eitt frálíkt mál í yvirtíðini á miðalhavsku oynni fyri at tryggja Føroyum tann fyrsta HM-sigurin nakrantíð. Ein mánað seinni, tann 8.juni 1997, var Todi aftur á blettinum ímóti maltesum, hesa ferð á heimavølli. Eini 6.642 gjaldandi viðhaldsfólk, ið framvegis er áskoðaramet í føroyskum fótbólti, sóu á einum kókandi Svangaskarði Toda Jónsson skora til 2-0 seint í fyrra hálvleiki. Eitt óheppið brotsspark, saman við útvísingini av liðformanninum Jan Dam, megnaði ikki at koppa føroysku leiðsluni. 2-1 til Føroyar endaðu HM-dystirnir báðir. Hesir kostaðu eisini táverandi maltesiska landsliðsvenjaranum, serbanum Milorad Kosanovic, starvið.

Møguligt hattrick
Í kvøld hevur nýafturkomni landsliðsleikarin Todi Jónsson ein sjáldsama góðan møguleika fyri "hattrick" ímóti sama mótstøðuliði, ið hesaferð er komið til Føroya undir leiðslu av týskaranum Horst Heese.
Royndi venjarin er møguliga ikki eins kendur í fótbóltsheiminum, og landsmaður hansara í Grikkalandi Otto Rehhagel, sum Heese næstan er javngamal við. Teir leiktu samstundis í Bundesliguni í sekstiárunum. Men eisini tann 61 ára gamli týskarin hevur í nógv ár verið í venjarayrkinum, millum annað í so kendum týskum felagi sum Eintracht Frankfurt. Í tíðarskeiðnum 1988-1991 var Heese maltesiskur landsliðsvenjari á fyrsta sinni. Núverandi starv sítt metir Horst Heese sum ein virðiligan enda á yrkisleið sínari í altjóða fótbólti. Afturat týskaranum er Karmel Busuttil settur av Maltesiska Fótbólssambandinum til at stýra landsliðnum. Hesin 40 ára gamli hjálpavenjarin er ivaleyst tað kendasta navnið í fótbóltssøguni á oynni, eisini valdur til aldarinnar leikara fyri stuttum. Busuttil leikti í landsliðsálopinum í meira enn fimtan ár og er við sínum 23 málum í 113 landsdystum topskjúttin hjá Malta ígjøgnum tíðina. Í mong ár hevði Busuttil dagligu gongd sína í Racing Genk í bestu belgisku deildini. Hann er framvegis ein stór fyrimynd í heimlandi sínum, bæði millum ítróttarfólk og ungdómar sum heild.

Ungt stjørnuskot
Í átjan leikara hópinum, sum føroyingar skulu møta á Svangaskarði í kvøld, er tað bert tann 23 ára gamli aleyparin Michael Mifsud, sum kann koma á hædd við gomlu stjørnuna Karmel Busuttil. Í tvey ár royndi ungi maltesin seg í FC.Kaiserslautern í týsku Bundesliguni, har hann ofta var á byrjanarliðnum. Michael kláraði tó ikki at sannføra leiðsluna í týska felagnum og varð tí sendur heimaftur. Fyrra hálvaárið leikti Mifsud við Sliema Wanderers, sum hann hjálpti at vinna maltesisku greipuna í vár. Hetta felagið er uttan iva tað sterkasta á oynni, og fimm teir royndastu á landsliðnum leika har dagliga. Teirra millum er ársins leikari Stegan Giglio, ið í nøkur ár umboðaði kanska tað kendasta felagið í Bulgaria, CSCA Sofia, eins og teir báðir lyklaleikararnir hjá Malta Jeffrey Chetcuti og Noel Turner. Teimum báðum seinast nevndu bar kortini ikki til at koma til Føroya orsakað av skaðum. Fráveran hjá tveimum royndum monnum við fleiri enn 60 landsdystum í part er ein dyggur smeitur fyri liðið.
Fyri einum mánaði síðani skrivaði Michael Mifsud undir sáttmála við kenda norska felagið Lillestrøm SK. Hetta kann enn einaferð staðfesta, at hesin lítli, skjóti og tekniski aleyparin má takast í fullum álvara á Svangaskarði í kvøld. Landsliðshagtølini hjá honum boða eisini frá góðskuni: 9 mál hevur Michael skorað í 30 dystum fyri teir reyðu og hvítu úr Miðalhavinum.

Fáir útisetar
Í dag hava maltesar bert ein útiseta umframt Michael Mifsud. Luke Dimech er verjuleikari í Mansfield Town í fjórðbestu ensku deildini, har hann tó ikki er fastur maður. Annars royna teir báðir Horst Heese og Karmel Busuttil at fáa tað frægasta burtur úr heimligu kappingini. Hon hevur seinastu árini havt støðuga framgongd. Hetta kundi síggjast í evropeiskum kappingum, har maltesisk feløg onkuntíð gjørdu umboð størri fótbóltstjóða fyri skommum. Men tá tað kemur til landsliðsfótbólt, hava úrslitini sjáldan verið nakað at reypa av. Malta endar altíð aftast í undankappingarbólkum sínum til HM og EM. Í ár vunnu teir kortini óvæntað ein stóran 5-2 sigur á heimavølli ímóti Estlandi. Hini úrslitini hjá Malta í 2004 vóru hesi: 0-0 ímóti Moldavia, 0-4 ímóti Hvítarusslandi, 1-2 ímóti Finlandi, øll heima. Seinast royndi Horst Heese seg ímóti heimatjóðini hjá sær, sum tá var í fyrireikingum til EM-endaspælið í Portugal.
Tað merkisverda við maltesiska liðnum er, at flestir leikarar eru sera lágvaksnir. Tey, ið sóu vinadystin millum Týskland og Malta síðst í mai mánaði, løgdu ivaleyst til merkis, at so at siga hvør týskur leikari var eitt høvd hægri í vøkstri enn hvør maltesi - eisini málmaðurin Mario Muscat! Tann fyrimunin brúktu týskarar til fulnar - teir blivu við at leggja bóltar inn fyri, og fleiri innleggingar elvdu eisini til mál - Michael Ballack skoraði heili fýra tað kvøldið í Freiburg. Út frá tí dystinum kunnu vit staðfesta, at maltesarar eru skjótir og eru rættiliga væl fyri í tekniska partinum. Samstundis mangla teir nógv kropsliga og kanska eisini mentalt. Tað vil siga, at teir ofta geva upp, um teir eru trý-fýra mál aftanfyri. 7-0 endaði dysturin í Týsklandi, og málini hjá heimaliðnum kundu saktans verið nógv fleiri í tali. Nógvir føroyingar eru, eins og týskarar, rættiliga hávaksnir og eiga okkara helst at gagnnýta høvuðsspæl og deyðbóltsstøður í kvøld.

Ættarliðsskifti
Tað er merkisvert, at manningin, ið lendi vesturi í Vágunum sunnudagin, er ein blanding av sjey garvaðum monnum við tríati og fleri landsdystum á baki, og so hinum ellivu, ið lítlar og ongar áltjóða royndir hava. Hetta sigur okkum so mikið, sum at Horst Heese ikki er rættiliga nøgdur við gongdina og úrslitini í seinastuni og roynir tí at seta nýggj fólk á liðið alla tíðina.
Alla síðstu viku var Heese við monnum sínum, uttan teir báðar útisetarnar, á venjingarlegu í Sveits, har teir millum annað leiktu tveir dystir ímóti ókendum lokalum amatørfeløgum. Etienne Barbara gjørdi bæði málini í 2-0 sigri á Münsingen. Ímóti Olten gekk uppaftur betri, 4-0 gjørdist úrslitið til Malta. Málskjúttar vóru Brian Said, George Mallia, Ivan Woods og so Antoine Zahra yngri, ið er á landsliðnum saman við fulla navna og skilmanni sínum, Antoine Zahra eldra. Hesin seinni varð, sum kunnugt, vístur av vøllinum niðri á Malta í HM-dystinum landanna millum í 1997. Aðrir maltesar, ið vóru við tær ferðirnar, eru málmaðurin Mario Muscat og so veteranurin Gilbert Agius. Málskjúttin á Svangaskarði fyri sjey árum síðani er akkurát komin fyri seg aftur eftir ein drúgvan skaða. Tað eru annars nógv fleiri núverandi føroyskir leikarar, ið minnast sigrarnar á Malta. Tá spældu Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen, Julian Johnsson, John Petersen (hann var innskiftur á Svangaskarði), tvímálskjúttin Todi Jónsson og debutanturin Pól Thorsteinsson við í báðum dystunum.