Mætir meistarar fullu fyri vánaligum walisum

Steypavinnararnir úr Portsmouth máttu pent takka fyri seg í ensku steypakappingini um vikuskiftið, eftir at hava tapt á heimavølli ímóti Swansea, sum við sigrinum minnist aftur á stórtíð felagsins fyri stívligari fjórðingsøld síðani

FA CUP

 

Einki umfar í ensku steypakappingini FA Cup uttan okkurt óvæntað úrslit. Hesaferð stóð Swansea fyri størsta yvirraskilsinum, tá teir sendu Premier League felagið og sitandi steypavinnararnar Portsmouth úr søguríku og høgt mettu steypakappingini.

Stjørnur sum David James, Sol Campbell, Peter Crouch og Jermaine Pennant megnaðu ikki at knógva Nathan Dyer, Jason Scotland og liðfeløgum teirra, so úrslitið gjørdist, at Portsmouth á heimavøllinum Fratton Park mátti lúta við tveimum málum.

 

Toppaðu fyri fjórðingsøld síðani

Sigurin hjá Swansea á Portsmouth er millum teirra søtastu seinastu fjórðingsøldina ella so, tá felagið hevði sína stórtíð. Kappingarárið 1981-1982 var tað fyrsta nakrantíð hjá Swansea í bestu ensku fótbóltsdeildini. Men hóast debutantar so gekk tað sum eftir ánni hjá Swansea. Stóran part av kappingarárinum lógu teir fremstir, og nógv bendi á, at teir sum uppflytarar skuldu vinna bestu ensku fótbóltsdeildina. So væl hepnaðist tað tó ikki. Swansea endaði á sætta plássi, sum kortini er besta plaseringin, Swansea nakrantíð hevur fingið.

Hetta sama ár vann felagið eisini Welsh Cup og tað sama gjørdu teir bæði árið fyri og árið eftir.

Men so var heldur ikki meiri at koma eftir hjá Swansea. Eftir framúrskarandi fyrsta árið í bestu ensku fótbóltsdeildini, flutti felagið árið eftir niður í næstbestu deildina. Hetta var í kappingarárinum 1982-1983. Árið eftir tað flutti Swansea uppaftur eina deild longur niður, so frá at vera besta boðið upp á ein enskan fótbóltsmeistara í 1982, var felagið tvey ár seinni í triðbestu ensku fótbóltsdeildini.

Steðgurin har var einans eitt ár, tí í kappingarárinum 1985-1986 flutti Swansea niður í fjórðu bestu ensku fótbóltsdeildina.

Úrslitini síðani hava eisini verið ógvuliga svingandi, men seinnu árini hevur tað gingið framá aftur hjá Swansea, sum nú aftur er at finna í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Kappingarárið, sum nú er í gongd, er tað fyrsta árið hjá Swansea í næstbestu ensku deildini síðani 1984. Og hóast felagið er uppflytari í ár, so liggur Swansea í løtuni á níggjunda plássi í The Championship, og hevur við sigrinum á Portsmouth spælt seg í fimta umfar í FA Cup. So væl fyri hevur felagið ikki verið síðani tað var undir leiðslu av waliska John Toshack, sum í løtuni er venjari hjá walisiska landsliðnum, men sum mong helst eisini minnast frá tíðini, tá hann vandi Real Madrid.

 

38 ára gamal helt málið reint

Men tað var ikki einans Swansea, sum tók bretska fótbóltsheimin á bóli. Doncaster megnaði nevniliga at fáa málleysan javnleik ímóti Aston Villa. Sostatt megnaðu menn sum Agbonlahor og Petrov ikki tað, ið Hans Fróði Hansen megnaði í 1999. Nevniliga at fáa mál ímóti Neil Sullivan. Tað fekk Hans Fróði Hansen í 1-1 javnleikinum á Svangasskarði tíðliga í juni í 1999, tá tann tá 29 ára gamli Wimbledon málverjin vardi skotska málið.

 

Toppurin gjørdi sum hann plagdi

Í FA Cup annars gjørdi toppurin í Premier League sum hann hevur gjørt seinastu tíðina. Manchester United vann 2-1 á Tottenham. Tottenham legði seg á framum við stútara frá Pavluchenko, men Scholes og Berbatov syrgdu fyri, at Manchester United fer trygt víðari í kappingini.

Hinvegin gjørdu bæði Arsenal og Liverpool lívið hjá sær óneyðuga trupult. Arsenal spældi málleysan javnleik ímóti Cardiff, meðan Liverpool og Everton spældu 1-1. Í hesum seinna dystinum kom Everton á odda, tá Joleon Lescott skoraði stutt fyri steðgin, men Steven Gerrard javnaði, tá seinni hálvleikur bara var nakrar minuttir gamal.

Javnleikirnir merkja, at neyðugt er við umdysti, og hesir verða spældir 4. februar, sum er mikudagin í næstu viku. Fimta umfar verður spælt 14. februar.