VIDEO: Bayern vann seg víðari til HM-áttandapartsfinaluna

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Bayern München-Boca Juniors 2-1 (1-0)

Mynd: Ritzau Scanpix

Týska stórliðið, Bayern München hevur vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið.

 

Tað var endiliga útselt á Hard Rock leikvøllinum í Miami, tá Bayern í innleiðandi bólki C vann 2-1 á argentinska stórliðnum, Boca Juniors. Harry Kane sum ikki megnaði at skjóta mál móti nýsælandska amatørliðnum, Auckland City legði Bayern á odda 1-0.

 

Bayern München-Boca Juniors 2-1 (1-0)

1-0 Harry Kane ('18 )

1-1 Miguel Merentiel ('66 )

2-1 Michael Olise ('84 )

 

Auckland megnaði hesaferð at halda málið reint líka til yvirtíðina av fyrra hálvleiki í dystinum móti Benfica á Inter & Co leikvøllinum í Miami. Benfica legði seg á odda 1-0, og í seinna hálvleiki skutu teir fimm mál aftrat. 

 

Benfica-Auckland City 6-0 (1-0)

1-0 Angel Di Maria, br. ('45 )

2-0 Vangelis Pavlidis ('53 )

3-0 Renato Sanches ('63 )

4-0 Leandro Barreiro ('76 )

5-0 Leandro Barreiro ('79 )

6-0 Angel Di Maria, br. ('90 )

 

Bayern hevur seks stig, og Benfica hevur fýra stig. Boca Juniors hevur eitt stig og Auckland hevur einki stig. Auckland hevur latið 16 mál inn í tveimum dystum.

 

Týskvøldið klokkan 20 vera dystirnir hesir Benfica-Bayern og Auckland-Boca Juniors. Tá fer Boca Juniors eftir at skjóta nógv mál móti Auckland, og samstundis vóna, at Bayern vinnur á Benfica.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Bayern München og Boca Juniors:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix