Mótmæla at verða offur fyri skeivari stýring í kringvarpinum

Tíðindaskriv

Tað liggur stór ábyrgd á stjóranum í kringvarpinum at syrgja fyri, at stovnurin ikki disponerar ójáttaðan pening. Kortini hevur stjórin sett hópin av størvum í ár í teirri vón, at landsstýri og løgting fóru at játta pening. Tá peningurin ikki kom, offraði leiðslan royndastu starvsfólkini á stovninum. Vit sjey limir í Starvsmannafelagnum, sum hava fingið hoyringsskriv frá stjóranun, mótmæla allari framferðini í málinum

 

Okkara fatan er, at leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur rættað bakara fyri smið, tá hon týsdagin 16. desember 2008 boðsendi átta starvsfólkum og handaði ætlanarskriv um uppsøgn.

 

Vit sjey, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, hava tænt útvarpinum og/ella sjónvarpinum í mong ár – summi upp í 40 ár.

 

Grundarlagið fyri hesi hópuppsøgn sigst vera sparingar, og tá mugu tiltøk setast í verk, so raksturin fæst at hanga saman.

 

Hetta skilja vit, men vit skilja ikki, hví júst hesi átta fólkini skuldu avrættast í hesum meldrinum.

 

Tíðliga í heyst legði Kringvarpið eina rakstrarætlan, sum bygdi á, at stovnurin væntaði hægri inntøkur umvegis hægri kringvarpsgjald. Hesum noktaði landsstýrið fyri, og tí má nýggj rakstrarætlan leggjast fyri at fáa javnvág í raksturin.

 

Tað liggur stór ábyrgd á leiðslu og stýri at syrgja fyri, at raksturin hongur saman. Tað er eisini teirra ábyrgd at syrgja fyri, at stovnurin ikki disponerar pening, sum ikki er játtaður. Kortini hevur leiðslan sett hópin av størvum síðani september 2008 í teirri vón, at landsstýrið/løgtingið fór at játta pening.

 

Nevnast kann, at í allarseinastuni er sett nýtt starv sum lýsingasamskipari, eitt starv sum HR-fólk, fýra teknikaralærlingar aftrat fýra, sum vórðu settir fyrr í ár, og lýst verður eftir journalisti at seta 1. februar 2009. Hóast budgetterað varð við halli í 2008, eru nógv onnur størv sett, t.d. programfólk av ymsum slag og ikki minst leiðarar.

 

Ósakligt grundarlag

Stýrið og leiðsla eiga nú at ásanna, at her varð farið ov skjótt fram, og eiga at seta sær fyri at finna ein leist fyri sparingunum, sum bæði er gjøgnumskygdur og rættvísur mótvegis starvsfólkunum og vísir virðing fyri landsins starvsfólkapolitikki.

 

Tað hevði verið natúrligt, um stovnurin vardi arbeiðsplássini hjá teimum, sum hava tænt stovninum leingi og hava førleikar til at útinna sítt verk, og fyrst umhugsaði størvini, sum sett eru seinast uttan fíggjarligan dekning.

 

Vit hava merkt okkum, at starvsfólkini, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, so at siga øll eru úr tí eldra endanum av starvsfólkaliðnum og eru millum teirra, sum hava verið longst á stovninum hvørt á sínum øki.

 

Tað vil siga, at við einum pennastroki verður sagt farvæl við nógvar og drúgvar royndir og ikki minst vitan, sum er so umráðandi hjá slíkum mentanarstovni.

 

Hetta er ikki sakligt grundarlag og stendur í stórari andsøgn til eitt nú eldrapolitikkin hjá Føroya Landsstýri.

 

Tað sker í eyguni, at tríggir mans við drúgvum tekniskum royndum og førleikum eru uppsagdir, meðan stovnurin fyri stuttari tíð síðani hevur tikið upp á seg fíggjarligar skyldur við at seta átta lærlingar á sama øki.

 

Tað undrar stórliga, at tveir av royndastu programmedarbeiðurunum í útvarpinum verða sendir til hús, meðan stovnurin samstundis søkir alment eftir journalistiskari arbeiðsmegi.

 

Tveir medarbeiðarar á søvnum stovnsins verða eisini koyrdir til hús. Tey hava drúgvar royndir í hesum arbeiði og sita inni við ómissandi vitan.

 

Ein stórur og týðandi mentanarskattur liggur á søvnunum í Sortudíki og Vørðsluni. Við at koyra helvtina av savnsmanningini til hús er hesin skattur komin í alstóran vanda, og vitanin um søvnini er skerd óforsvarliga nógv í einum høggi.

 

Vit skilja, at stovnurin yvirhøvur ikki hevur roynt aðrar leiðir, so sum at bjóða fólki niðursetta arbeiðstíð, farloyvi uttan løn ella aðrar skipanir, so medarbeiðarar kundu varðveitt síni størv heilt ella partvíst.

 

Endurskoða viðgerðina

Samanumtikið er líkt til, at kringvarpsleiðslan hevur skotið í flokkin uttan sakligar grundgevingar, og vit spyrja, um ætlaðu uppsagnirnar eru merktar av ávísum sikti.

 

Tað er ikki rímiligt, at vit, sum hava tænt stovninum loyalt væl og leingi, skulu bøta fyri fíggjarligu og rakstrarligu mistøkini, sum leiðslan á Kringvarpi Føroya hevur staðið fyri hetta seinasta árið.

 

Tí mótmæla vit uppsagnartilgongdini og krevja, at stýrið í kringvarpinum endurskoðar alla viðgerðina við støði í einum gjøgnumskygdum og virðiligum leisti mótvegis starvsfólkunum og virðing fyri landsins starvsfólkapolitikki.

 

Vit hava sýnt virðing fyri teirri uppgávu, sum kringvarpið skal røkja, og vóna at stýrið sýnir okkum somu virðing.

 

Tórshavn 21/12-2008

 

Ragnar C. Joensen - Jógvan Arge - Ove Olsen - Benn Baldvinsson - Elsa Thomsen - Mikkjal Øster - Hjalmar Hvítklett