Fríggjadagin skrivaði Trump forseti undir eitt sokallað forsetaboð, sum segði, at fólk úr sjey ymiskum londum ikki skuldu sleppa inn til USA.
Bannið móti fólk úr Sýria stendur við í óavmarkað tíðarskeið, meðan bannið móti fólki úr Iran, Irak, Libya, Somalia, Sudan, Yemen hava fingið innkomuforboð til USA í 90 dagar.
Eisini fólk úr hesum londum, sum hava fast uppihaldsloyvi í USA, men ikki vóru í landinum fríggjadagin, skulu til viðgerar av nýggjum.
New York Times skrivar, at myndugleikarnir hava sagt, at fyri hesi fólk er støðan, at tey skulu meta um hvørt einstakt fólk, tá ið tey ynskja at sleppa innaftur til USA.
Hetta hevur elvt til stórar mótmælisgongur kring alt USA, tí tey flóttafólk, sum eru komin til landið síðani fríggjadagin, eru blivin hildin á flogvøllum kring landið.
Fleiri sakførarar eru farnir í hernað í móti forsetaboðunum, sum av summum verður hildið at ganga beint í móti amerikonsku grundlógini. Leygardagin avgjørdi ein dómari í Brooklyn, Ann M. Donnelly at skriva dómaraboð um, at boðini hjá Donald Trump um at senda fólk heimaftur, sum hava eru komin til landið við góðkendum loyvi ella við status sum flóttafólk, kunnu gera óbótaligan skaða á hesi somu fólk. Orsaka av dómaraboðunum verða eingi av teimum raktu fólkunum send heimaftur, men heldur verða tey hildin á flogvøllum kring landið.
Homeland Security, sum hevur ábyrgd av tryggja tryggleika í USA móti yvirgangsálopum og øðrum vandum, segði við miðlarnar leygardagin, at 109 fólk vóru á flogvøllum ávegis inn í landið, tá ið forsetaboðini vórðu undirskrivað. Hesi vórðu steðgað, eins og 170 onnur, sum vórðu steðgað áðrenn tey fóru í flogfør ávegis til USA.
Túsundtals fólk mótmæla hesum á flogvøllum kring USA.