Í sambandi við at Magnus Jákupsson, umboðandi Havnar Svimjifelag, gjørdist norðurlendskur juniormeistari í 50 rygg leygardagin í Drammen í Noregi og síðan hevur vunnið silvur og bronsu í somu kapping í gjár í ávikavist 50 firvald og 200 rygg, verður skipað fyri almennari móttøku í svimjihøllini í Gundadali í morgin, mánadagin 5. juli 2010 kl. 14.
- Møtið fjølment og takið væl ímóti okkara fyrsta norðurlendska juniormeistara, heilsar Havnar Svimjifelag!