Móttøka í Kringvarpinum

Í sambandi við at 50 ár vóru liðin síðan Útvarp Føroya sendi alment fyri fyrstu ferð 6. februar 1957 gjørdi Kringvarpið nógv burtur úr degnum í gjár. Skipað var m.a. fyri almennari móttøku við røðum og sangi


Móttøkan í Kringvarpinum byrjaði við at Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, beyð øllum at vera vælkomin og helt røðu í sambandi við runda føðingardagin. Onnur sum hildu røðu vóru Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsnevndini. Eisini varð ein framførsla hjá Tórshavnar Manskóri og Robert McBirnie undirhelt við sangi.
 
Jógvan Jespersen segði m.a. í røðu síni: Líta vit aftur á hesi 50 árini, so haldi eg, at vit kunnu siga, at søgan um kringvarpið er søgan um eitt lítið fræ, ið varð sáða fyri 50 árum síðan, og sum vaks seg stórt. Nógvar meiningar eru um hesa blómuna. Hon fær rís og hon fær rós. Men tá saman um kemur, so eru vit helst øll so ella so góð við føðingardagsbarnið.
 
Fyri 50 árum síðan høvdu tey, sum løgdu lunnar undir kringvarpið eina klára og greiða visión - sum vit nevna tað í dag. Tey vildu skapa eitt føroyskt útvarp. Áðrenn tað lurtaðu føroyingar eftir danskaranum og norðmanninum. Men tey vildu skapa eitt føroyskt alternativ.
 
Tey avgjørdu at gera allar sendingarnar sjálvi, og alt skuldi vera á føroyskum. Í dag er tað ein sjálvfylgja, men tað var tað ikki tá. Tað er uttan iva tann týdningarmesta avgerðin, sum er tikin í søguni hjá kringvarpinum. Og hesi visiónini hava vit fylgt síðan.
 
Jógvan á Lakjuni, landsstyrismaður, segði m.a. at tað at Kringvarp Føroya sendir tíðindini á døgurða kl 12.20 má vera nakað av tí einasta, ið ikki er broytt hesi 50 árini síðani Útvarp Føroya fór at senda av Bryggjubakka hin 6. februar 1957.
 
Tað var ein stórhending, tá Útvarp Føroya fór undir sínar regluligu sendingar í dag fyri fimmti árum síðan. Tað ber illa til at yvirmeta mentanarliga og tjóðskaparliga týdningin av hesi hending.
 
Frambrotini eru stór, men eisini krøvini eru stór: Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á óhefta upplýsing og talufrælsi, saklig og fjøltáttað tilboð, sum varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.
 
Kringvarpslógin kom í gildi 1. januar 2007. Nýggja lógin hevur til endamáls at styrkja Kringvarp Føroya sum public service-stovn og at gera Kringvarp Føroya óheft av politisku skipanini. Public service er tað, ið skilir Kringvarp Føroya frá øðrum miðlum í Føroyum.
 
Menniskjað hevur sítt fría val, og tí er sera umráðandi, at vit her í Føroyum hava møguleika fyri at velja dygd. Vit eiga tí at seta okkara almenna kringvarpi stór krøv um dygd og fjølbroytni, og harvið tryggja at vit við útvarpi og sjónvarpi røkja og styrkja okkara móðurmál, mentan, okkara siðalæru og etisku grundvirði.
 
Avgerðin um at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn varð tikin í august 2004. Samanleggingin hevði virknað frá 1. januar 2005. Tað varð latið táverandi stjóranum fyri Útvarpi Føroya, Jógvani Jespersen, upp í hendi at skipa samanleggingina. Vit fegnast um, at leiðslan á Kringvarpi Føroya saman við starvsfólkunum hevur megnað hesa stóru uppgávu til fulnar. Samanløgdu stovnarnir fingu við navninum Kringvarp Føroya ein felags samleika, sum hevur stuðlað sameiningini av stovnunum og ætlanin er eisini, at útvarpið og sjónvarpið í Kringvarpi Føroya skulu hava felags karmar at virka undir her í Sortudíki.
 
Við nýggju kringvarpslógini byrjar eitt nýtt tíðarskeið í viðurskiftunum millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið, segði Jógvan á Lakjuni m.a. í røðu síni til Kringvarpið.
 
Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsnevndini, segði m.a. í røðu síni, at hann var júst nú valdur til formann og nevndin hevði ikki havt nakran fund enn. Hann var spentur upp á uppgávuna og vantaði eitt gott samstarv við hini í nevndini, og tey hann kemur at samstarva við.