- Tað var umvegis konuna, at 45 ára gamli argjamaðurin, Petur Heðin á Fløtti, meldaði seg til Gangi½maraton, sum var fyriskipað í fjør. Konan var partur av einum bindiklubba, ið hevði teknað seg, men Petur Heðin fann tó skjótt útav, at hann hevði nakað hægri tempo enn tær í bindiklubbanum og fór tí avstað sjálvur.
Tað skrivar Krabbameinsfelagið á sínari heimasíðu í dag. Lagt verður aftrat, at á leiðini møtti Petur Heðin á Fløtti eisini mammu síni, og tey bæði gjørdu so av at fylgjast.
- Vit bæði gingu í góðum tempo, men tó ikki skjótari enn, at vit kundu práta saman um leyst og fast. Eg og mamma runnu oman eftir brekkuni til Hvítanes. Men, sum frá leið setti eg mær fyri at fáa onkran av teimum framman fyri aftur. Tað gjørdist eisini stór motivatión fyri meg at renna meira enn at ganga.
Petur Heðin á Fløtti sigur, at hann ger einki serligt út yvir vanligt húsbrúk fyri at halda seg í góðari venjing, men hann hugsaði í fjør, at um hann nú luttók, so kanska gongd fór at koma á at venja.
- Men, tað er ikki ordiliga í samsvarar við veruleikan. Eg havi tó vónina um, at um eg luttaki aftur í ár, fer meira gongd at koma á rørsluvenjingar í gerandisdegnum, hóast tað er so lætt at lata vera, sum hann tekur til.
Í samrøðu við heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum endar Petur Heðin á Fløtti við hesum orðum:
- Eg minnist enn kensluna av stóru vælnøgdini í fjør, tá eg kom um málstrikuna, og hóast eg ikki havi teknað meg til Gangi½maraton enn, so er tað júst henda kenslan av vælnøgd sum ger, at eg fari at tekna meg aftur í ár, sigur Petur Heðin á Fløtti.