- Eg haldi ikki vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, men eg haldi tað eyðmerkir eitt vinnara lið, at teir kunnu spæla illa og framvegis verða á odda. Vit eru á odda í hálvleikinum og so skuldu vit bara koyra tað heim í seinna hálvleiki, sigur stríðsmaðurin á miðvøllinum.
- Eg havi altíð viðgingið tá vit ikki hava vunnið steypið, at tað liðið, ið liggur nummar eitt aftaná 27 umfør hevur uppiborið at vinna gull. So eg haldi at vit hava uppiborið tað, sigur Pætur víðari.
Seinastu løtuna var EB/Streyma liðið eitt sindur kroyst. Serliga tá NSÍ minkaði um munin.
- Eg hugsaði meiri um at vit máttu lukka, so teir ikki fingu fleiri mál. So tað var ikki runnið so nógv framvið seinastu løtuna.
- Vit eru ov grammir at fáa fleiri mál aftaná 3-1 málið og allir vilja fram við. Tá NSÍ minkar um munin mugu vit bara leggja okkum eitt sindur longur aftur og koyra tað heim, sigur Pætur Dam Jacobsen at enda.