Máttu bjarga manni úr fjøllunum í gjár - var rættiliga illa fyri

Tey mælti honum frá at fara, men hann fór kortini - í so vánaligum skóm, at hann mátti ganga á leistum

Í gjár máttu bjargingarlið í fjøllini í Klaksvík at bjarga einum útlendingi, sum var farin ein túr.

Hann var í Føroyum og vitjaði fólk og í gjár vildi hann sleppa ein túr í fjøllini. Løgreglan sigur, at klaksvíkingar mæltu honum frá at fara, men tað lurtaði hann ikki eftir, men fór kortini.

Men tað var rættiliga hált, og samstundis var hann so illa ílatin um føturnar, at hann fekk ikki gingið í hálkuni. Hann var í vanligum, flatbotnaðum skóm og tískil mátti hann úr skónum, og mátti ganga á leistum, fyri yvirhøvur at koma vegin fram.

Men tað gekk ikki leingi, so var hann so kaldur, at hann merkti ikki føturnar longur. Hann ringdi til føroyingarnar, hann hevði samband við, og tey ringdi so eftir hjálp.

Hálvan annan tíma seinni høvdu tey funnið hann og tá var hann rættiliga illa fyri, tí hann var so kaldur, og serliga var hann kaldur um føturnar.

Av tí sama varð tyrlan boðsend at flyta hann á Landssjúkrahúsið, sigur løgreglan.