Tað var ein hørð byrjan, sum Bárður Lydersen og tríggir aðrir føroyingar fingu við norska línubátinum, Kamaro.
- Eg og tríggir aðrir føroyingar komu umborð 6. august, so hetta var bert annar túrurin hjá okkum. Ein annar føroyingur hevur siglt við Kamaro í eini fimm ár, sigur Bárður Lydersen, sum var stýrimaður við norska bátin.
Føroyski parturin av manningini kom úr Suðuroy, Toftum, tveir úr Havn, og so Bárður Lydersen úr Klaksvík.
- Hendan sunnudagin royndu vit norðan fyri Bjarnoynna og settu í pettum. Vit vóru í holt við at seta næsta pettið, tá undarlig ljóð komu frá motorinum, so maskinmeistarin gjørdi av at sløkkja, sigur Bárður Lydersen.
Kamaro lá so fyri vág og vind, tó at veðrið tá ikki var so vánaligt.
- Nú er so nógv hent, at eg eri um at missa dagaskilið, sigur Bárður Lydersen, sum var aftur í Klaksvík út á seinnapartin í gjár.
Nú vildi so til, at eitt annað skip hjá reiðarínum endaði túr, og skuldi til lands. Teir komu so til Kamaro og tóku teir upp á sleip.
- Tað gekk ógvuliga seint, og vit máttu alla tíðina ansa eftir, at sleipitrossin ikki slitnaði, sigur Bárður Lydersen.
Gott at síggja Harstad
Sleipitrossin, ið nýttur var, var ikki nakar veruligur sleipitrossi, og tá hann lá og gnaðaði móti klússinum, varð endin sjálvandi tann, at trossin slitnaði.
- Tá var hann rættiliga farin at øtla veðrið, so tað var eitt deiligt fornemmilsi at síggja Vaktarskipið, KV Harstad. Tá vitsu vit, at vit fingu ordiligar trossar og professionelt mannskap, sigur Bárður Lydersen.
Sum teir sleipa, bara versnar veðrið.
- Tað gekk ikki long tíð, so var ikki meira ráðiligt at senda nakran fram á bakkan at hyggja at sleipitrossanum, sigur Bárður Lydersen.
Veðrið gjørdi, at sleipið gekk so seint, at Kamaro mest sum varð sleipaður eftir liðini.
- Vit gingu vakt sum vant, seks og seks, men tá so sleipitrossin aftur slitnaðivar hildið neyðugt at taka onnur ráð, sigur Bárður Lydersen.
Skipini vóru tá stødd einar 30 fjórðingar í ein landnyrðing úr Hasvik, og veðrið var ógvuliga ringt.
- Vit lógu nú aftur og róku fyri vág og vind, og skiparin á Kamaro og skiparin á Harstad samdust um, at tað ikki longur var ráðiligt at vera umborð á Kamaro, sigur Bárður Lydersen.
Dramatikkur
At byrja við var ætlanin, at 10 av manningini skuldu sjórast upp í eina tyrlu, meðan skiparin, Bárður Lydersen sum stýrimaður, maskinmeistarin og ein dekkari skuldu verða verandi umborð á skipinum.
- Endin varð kortini, at avgerð varð tikin um at taka alla manningina av Kamaro, sigur Bárður Lydersen.
So varð skipað fyri at fáa tyrlu út á økið, meðan manningin fór í bjargingarbúnar.
- Ætlanin var, at tyrlan skuldi taka manningina upp av skipinum, men tað var skjótt greitt, at hetta ikki var ein gongd leið. Skipið rullaði alt ov illa til, at tað læt seg gera, sigur Bárður Lydersen.
Einasta loysnin var tí, at manningin, ein og ein, lupu í havið og baksaðu seg nakað út frá skipinum, áðrenn teir so vórðu sjóraðir upp í tyrluna.
- Mest ræðandi løtan var, tá vit skuldu loypa í havið. Skipið hivar og slær so niður aftur, og mest ræðandi tankin var, at fáa skipið í høvdið, áðrenn tú náddi so frægt útfrá, sigur Bárður Lydersen.
Farið varð so undir bjarganina, og tað var ikki bara sum at siga tað.
- Bjargarin í tyrluni varð loraður hálvan veg niður á sjógv, og gav so manningini boð um, nær teir skuldu loypa, sigur Bárður Lydersen.
Illa fyri
Menninig vóru so sjóraðir ein og ein upp í tyrluna.
- Tað var langt frá vandamikið og ikki sørt dramatiskt at loypa í havið í 14-15 metra høgum aldum. Men har var einki annað at gera, sigur Bárður Lydersen.
Tá so Bárður Lydersen, skiparin og ein dekkari eru eftir umborð á Kamaro, klamsar tyrlan knappliga hurðina aftur.
- Vit vóru sjálvandi illa við og fóru inn í stýrhúsið at fáa at vita, hvat nú var á vási. Vit fingu tó beinanvegin at vita, at tað fór at verða plásstrot í tyrluni, og haraftrat hevði hon verið so leingi á feltinum, at brennievnið fór so smátt at ganga undan, sigur Bárður Lydersen.
Teir fingu kortini at vita, at ein onnur tyrla var á veg, og fór at verða skjót.
- Tað gekk heldur ikki long tíð, so var seinna tyrlan har. Men vit høvdu ein trupulleika, tí dekkarin, sum var eftir umborð saman við mær og skiparanum, var illa fyri og vildi ikki loypa í havið, sigur Bárður Lydersen.
Har var tí ikki annað at gera, enn at Bárður mátti loypa í havið sum triðseinastur.
- Tá eg var komin upp í tyrluna var einasta loysnin, at skiparin tók dekkaran við sær, og teir lupu so báðir í havið í senn, sigur Bárður Lydersen.
Ikki veruliga bangin
Heima í Klaksvík sat kona Bárð, Harriet Lydersen, og bíðaði at frætta nærri frá manninum.
- Eg má rósa reiðarínum fyri góða kunning. Eg fekk støðuga og góða kunning frá einum róligum og fyrikomandi umboði frá reiðarínum, so eg var ongantíð veruliga óttafull, sigur Harriet Lydersen.
Hon gjørdist tó ikki heilt rólig, fyrr enn Bárður Lydersen kundi ringja heim og siga frá, at hann hevði fingið fótin á fasta jørð aftur.
- Og tað var ein lætti at fáa fótin á norska jørð. Vit samlaðust so allir í hangaruni hjá bjargingartyrluni, og har fingu vit heitt at drekka umframt sodavatn og saft, sigur Bárður Lydersen.
Heldur ikki hann var veruliga bangin.
- Eg hevði roynt at lopið í havið áður, so eg visti, hvat tað gekk út upp á. Men sjálvandi er tað dramatiskt at loypa út í 15 metra høgar aldur, sigur Bárður Lydersen.
Teir nýttu høvið at stilla seg á rað og taka í hondina á tyrlumanningunum, hálsfevna teir og takka teimum fyri bjargingina.
- Tað var ein góð løta, sigur Bárður Lydersen.
Vita um eina viku
Tað eydnaðist KV Harstad at sleipa Kamaro til lands, har skaðarnir verða mettir.
- Sleipitrossin gnaðaði so nógv í klússið, at tað fór ígjøgnum. Eisini skal maskinan umvælast, og nú skipið er komið til lands, og skaðarnir eri sýndir, vísir tað seg at gerast størri umvæling enn av fyrstan tíð mett, sigur Bárður Lydersen.
Føroyska manningin kom sum nevnt til Føroya seinnapartin í gjár, og teir hava nú nakrar dagar at summa seg í.
- Vit fáa at vita komandi týsdag, hvussu verður við skipinum. Reiðaríið hevur givið okkum fríar teyar at gera tað, vit vilja. Um vit hava hug at taka ein frítúr, so ber tað til, sigur Bárður Lydersen.
Sjálvur hevur hann ikki tikið endaliga støðu enn.
- Men sum tað sær út nú, so farið eg við aftur, tá skipið fer nýggjan túr. Sum danir siga, at dettur tú av hestinum, ræður um at koma í saðilin aftur beinanvegin. Nú fáa vit at síggja, sigur Bárður Lydersen, sum fer at njóta dagarnar heima hjá familjuni.