Øll brúdleyp eru serstøk. Summi eru tó nakað serstakari enn onnur. Tað kann man við rímiligari vissu siga um brúdleypið hjá skopuninginum, Bergur, og Manjiao úr Kina.
Smuglaði Bíbliur
Summarið 2009 var Bergur farin til Kina saman við 12 øðrum føroyingum við tí endamáli at smugla Bíbliur inn í landið.
- Eg varð veruliga gripin av kinesiska málinum og mentanini. Tá eg kom heim frá tí túrinum, avgjørdi eg, at eg skuldi læra meg kinesiskt, sigur Bergur.
- Hetta var júst um tað mundið, at MSN, sum er eitt kjattprogram, var í hæddini. Eg leitaði so eftir eini 30 tilvildarligum kinesarum, sum høvdu skrivað sítt navn við latínskum bókstavum. Um tey brúktu latínskar stavar, gekk eg bara útfrá, at tey eisini dugdu enskt, sigur Bergur, sum tó gjørdist eitt sindur skuffaður av, at tað einans vóru eini sjey kinesarar, sum svaraðu sær.
- Tað vísti seg, at skrivingin við allar kinesararnar skjótt datt niðurfyri. Men so eina viku seinni var tað ein, sum svaraði mær, Miss Karen Lee. Tað vísti seg síðani at vera Manjiao.
- Hann sá gott út
Manjiao er fødd og uppvaksin í Kina í einum landsparti mitt í Kina, sum kallast Hunan.
- Eg eri yngst av trimum systrum, og eru vit vaksin upp á eini teplantagu, sigur Manjiao. Enskt er ikki eitt mál, sum øll tosa í Kina, men Manjiao tosar so at siga flótandi enskt.
- Eg gekk í skúla, og lærdi eg enskt á tann hátt, sigur Manjiao, sum hevur tikið útbúgving í Kina innan økonomi.
- Orsøkin, at eg fekk mær MSN, var, at eg kundi møta útlendingum og tí læra betur enskt. Tá eg so sá, at Bergur hevði sett seg í samband við meg, hugdi eg at myndini av honum og hugsaði við tað sama, at hann sá ordiliga gott út. Av tí orsøk valdi eg faktist at skriva aftur til hansara, sigur Manjiao flennandi.
Endamálið kiksaði
Bergur og Manjiao byrjaðu so at skriva aftur og fram.
- Vit høvdu satt at siga sama endamál. Hann vildi læra kinesiskt, og eg vildi læra enskt, sigur Manjiao.
- Munurin er bara tann, at hjá henni eydnaðist tað, og hjá mær kiksaði tað, sigur Bergur flennandi.
Skrivingin vant skjótt upp á seg, og vórðu samtalurnar longri og longri.
- Ta fyrstu vikuna skrivaðu vit einar fýra ferðir saman, og tað var í einar tríggjar tímar hvørja ferð. Vit funnu skjótt útav, at vit vóru heilt á somu bylgjulongd og kundu hava endaleysar samtalur, har vit bara spurdu meir og meir inn til lívið hjá hvørjum øðrum.
Tosaðu í 16 tímar út í eitt
Tað gekk skjótt, at tey fóru frá at skriva til at tosa yvir kamera. Sum tey komu at kenna hvønn annan betur og betur, byrjaðu kenslurnar eisini at koma.
- Aftaná einar tveir mánaðir byrjaði eg at fáa kenslur fyri Bergi – og hann fyri mær. Tá tosaðu vit saman hvønn tann einasta dag, og tað vóru langar samrøður. Eina ferð minnist eg, at tað var vorðið seint, og Bergur var um at sovna. Tá legði hann seg í songini, men læt kamera’ið vera frá, meðan eg kundi eygleiða hann sova, letur úr Manjiao.
- Tað ørasta, vit gjørdu, var, tá vit tað eina vikuskifti tosaðu saman í samfullar 16 tímar. Men eg var vorðin so útrúliga góður við hana, at tað var lættasta sak í verðin, sigur Bergur flennandi.
Møtast fyrstu ferð
Nakrar mánaðir seinni avgjørdi Bergur at søkja á skúla í Kina, har hann skuldi læra seg kinesiskt. Samstundist er hetta eisini fyrstu ferð, at Manjiao og Bergur fáa høvi at hittast – uttan fyri internetið.
- Vit avtalaðu, at vit skuldu møtast við markið millum Hong Kong og Kina. Eg var ótrúliga spent, og tann dagin stóð eg á planlagda staðnum, og eg hugdi eftir øllum andlitunum á teimum mongu túsund, sum gingu um markið, sigur Manjiao.
- Eg var sjálvandi ógvuliga spentur, men eg var samstundis eisini øgiliga nervøsur. Allir teir ringastu tankarnir gingu gjøgnum høvdið hjá mær. Hvat nú, um hon ikki møtti upp? Hvat nú um hon ikki tímdi at bíða eftir mær?
- Men tað skuldi ikki verða ein trupulleiki. Eg minnist, hvussu fantastiskt tað var, tá eg sá hana. Hon stóð har við stórum smíli og hoppaði, sum eg kom ímóti henni, sigur Bergur smílandi.
Hóast tey bæði ikki høvdu hitst áður, so vóru tey avklarað við, at tey vóru meira enn vinir.
- Vit høvdu bæði kenslur fyri hvørjum øðrum, men ein kann ikki avgera at blíva par gjøgnum internetið. Men at vit skuldu blíva par, var bert ein spurningur um tíð, sigur Bergur.
Eru faktiskt gift
Í átta mánaðir búði Bergur í Kina. Hann búði í grannabýnum hjá Manjiao, men sóust tey so ofta, sum tilbar. Upprunaliga skuldi hann lesa kinesiskt, men koks kom í tað nógva papírarbeiði, sum skuldi sendast millum Kina og Føroyar og aftur, so tað endaði við, at hann undirvísti í enskum hesa tíðina.
- Aftaná eina tíð tosaðu vit aftur og fram, um vit kanska ikki skuldu royna at flyta til Føroya. Eg vildi gjarna síggja landið hjá Bergi, so til síðst avgjørdu vit at fara, sigur Manjiao.
- Vit høvdu alla tíðina fyri eyga at skula giftast. Tí orðnaðu vit alt papírarbeiðið í Kina, áðrenn vit komu heim. Manjiao hevði visum í landinum í 45 dagar. Tá vit fingu avslag upp á endurnýggjanina av visuminum, avgjørdu vit at giftast, so at Manjiao ikki skuldi verða blakað av landinum.
Manjiao og Begur vórðu borgarliga vígd í býráðssalinum í Havn 14. september 2010. Men tað er ikki nakað, sum tey bæði leggja nógv í.
- Vit gjørdu tað einans av praktiskum og juridiskum áðum. Okkara plan hevur altíð verið at havt eina kirkjuvígslu og stóra brúdleypsveitslu. Tí vóru vit bara í vanligum klæðum til ta vígsluna, og velja vit at síggja hana sum eitt trúlovilsi, sigur Manjiao.
Søgan um ringin
Hóast Manjiao og Bergur vórðu vórðu noydd til at giftast av juridiskum áðum, so megnaði Bergur at gera støðuna romantiska.
- Á veg til Føroya úr Kina steðgaðu vit í Hollandi, har systir mín býr. Vit vóru inni í einum smykkuhandli, og Bergur peikaði á ein ring og spurdi meg, um mær dámdi hann. Jú, tað gjørdi mær, so hann spurdi, um eg vildi hava hann. Tá risti eg avvísandi við høvdinum, tí eg vildi ikki, at hann skuldi keypa mær ein dýran ring. Men Bergur fekk so orðnað tað soleiðis, at systir mín skuldi keypa ringin fyri seg og senda hann til Føroya. Men í staðin fyri at koma til Faroe Islands, endaði hann í Falkland Islands, sigur Manjiao flennandi.
- Ringurin kom so til Føroya í øllum góðum. Tá kom hann sendandi saman við einum kjóla, sum Manjiao hevði gloymt eftir hjá systir síni. Eg taki so ringin úr og rópi á Manjiao, at kjólin er komin fram. Meðan Manjiao so passar kjólan framman fyri míni familju, taki eg hana nervøsur í hondina, haldi eina lítla talu, taki síðan ringin fram, fari á knæ og spyrji hana, um hon vil giftast við mær.
- Eg skilti ikki ordiliga, hvat Bergur var í gongd við. Ikki fyrr enn hann tók ringin fram, gongur tað upp fyri mær, hvat var við at henda. Tá varð eg ordiliga glað, sigur Manjiao smílandi.
Brúdleyp við tveimum mentanum
Í dag, 17. august, giftast Manjiao og Bergur - av nýggjum - í Hoyvíkar kirkju.
- Brúdleypið verður nakað merkt av, at vit koma frá tveimum ymsum mentanum. Eitt nú fara vit at hava kinesiskt borðpynt. Báðar systrarnar hjá mær og ein vinkona úr Kina koma eisini at feira dagin við okkum, sigur Manjiao.
Framtíðina hjá Manjiao og Bergi liggur í fyrsta lagi í Føroyum. Men tey velja at hava allar møguleikar opnar, og um tey eina ferð enda aftur í Kina, kemur einans tíðin at vísa.