Má halda uppat við ókeypis busskoyring í Havn

Ókeypis Bussleiðin í Havn er vorðin ov dýr, halda býráðslimir, men aðrir halda, at peningurin er væl útgivin

 

Tað er vorðin ein dýr søga fyri Tórshavnar Kommunu, at tað er óeypis at brúka Bussleiðina.

 

Tað halda summir av býráðslimunum í Tórshavnar Býráð.

 

Nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er løgd fram, reisti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, spurningin um skipanina við ókeypis busskoyring í Havn.

 

Í øllum førum heldur hann, at tað er skeivt at billa fólki inn, at Bussleiðin er ókeypis, tí tað er bara ein spurningur um, hvussu hon verður goldin.

 

Í løtuni verður hon goldin við kommunuskattinum og tað merkir, at hvørt einasta fólk í kommununi rindar túsundtals krónur fyri Bussleiðina.

 

Hann staðfestir, at tilsamans kostar Bussleiðin í Havn heilar 24 milliónir krónur um árið og tað heldur hann, er við at verða ov nógv.

 

Tað merkir, at eitt heilt skattaprosent fer til Bussleiðina, leggur hann afturat.

 

Samstundis kann viðmerkjast, at krøv eru í býráðnum um at Bussleiðin skal koyra upp aftur meiri.

 

Sum er, koyrir Bussleiðin ikki sunnudag og nú rógva býráðslimir framundir at fáa broytt, so at hon eisini koyrir um vikuskiftið.

 

Samstundis vísa býráðslimir á, at ferðasambandið til Kollafjarðar er alt ov vánaligt.

 

Verða hesi ynski gingin á møti, fer Bussleiðin at verða uppaftur nógv dýrari.

 

Og nú heldur Tróndur Siguðsson, at Býráðið eigur at seta eina skipan í verk, har fólk aftur rinda fyri at brúka Bussleiðina.

 

Hann heldur, at pensjónistar og skúlabørn kunnu framvegis koyra ókeypis, men vanlig, vaksin fólk, eiga at rinda fyri at brúka Bussleiðina.

 

Sjúrður Olsen, býráðslimur, tekur undir við hesum sjónarmiði, tí hann heldur, at nú er stundin komin at endurskoða ókeypis Bussleiðina.

 

Hesum eru bæði Marin Katrina Frýdal og Elin Lindenskov grundleggjandi ósamd um.

 

Tær halda, at hetta eina skattaprosentið er væl útgivið og at ein ókeypis bussleið er ein grundleggjandi góð tænasta til borgaran.