Ein 68 ára gamal maður varð um ellivutíðina í morgun funnin lívleysur í sjónum sunnan fyri byrgingina í Hvannasundi.
Løgreglan og sjúkrabilar vórðu boðsend, og maðurin fekk fyrstuhjálp á staðnum, áðrenn hann varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús. Har varð staðfest klokkan 12.51, at maðurin var deyður .
Tað upplýsir Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, fyri in.fo.
Viðkomandi arbeiddi á alibrúkinum hjá Bakkafrost í Hvannasundi, men løgreglan hevur enn ikki staðfest, hvør deyðsorsøkin var. Harvið er heldur ikki staðfest, um talan var um eina arbeiðsvanlukku.