FAROE SEAFOOD
Harry Johannesen sigur, at hvørki hann, konan, dóttirin ella versonurin, sum øll arbeiddu hjá Faroe Seafood, fingu nakað sum helst at vita, áðrenn tey fóru til hús fríggjadagin, og virkini vórðu stongd.
Harry greiðir soleiðis frá, hvussu tey upplivdu seinnapartin fríggjadagin.
- Eg og konan hava arbeitt hjá Faroe Seafood á Toftum í nógv ár. Yngsta dóttir okkara arbeiddi eisini her, og fyri ikki so langari tíð síðan eisini elsta dóttir okkara, sum nú arbeiðir í Havn. Versonurin arbeiddi hjá Faroe Seafood í Runavík.
Harry Johannesen sigur, at tá tey vóru liðug at arbeiða á Toftum um middagsleitið fríggjadagin, fóru hann, konan og dóttirin til hús.
- Versonurin var liðugur klokkan 16 í Runavík, og hvørki vit ella hann fingu nakað sum helst at vita um, at virkini fóru at verða stongd.
Hann sigur, at versonurin seinni varð rindur upp og varð biðin um at koma inn til Runavíkar at koyra kør inn á virkið.
- Tá eg frætti um støðuna, fór eg oman á virkið her á Toftum, og longu tá vóru fólk komin at kanna eftir, hvussu nógv lás skulu skiftast.
Fingu ikki klæðini
Harry Johannesen sigur, at hvørki hann ella nakar annar fingu høvi at taka klæðini við sær, áðrenn tey fóru úr arbeiði fríggjadagin.
- Nú veit eg ikki, um vit fáa boð um at koma eftir klæðunum ein annan dag, men sum eg skilji, verða nú lásini skift, og virkini stongd.
Hann heldur, at arbeiðsfólkið saktans kundi fingið at vita um støðuna, áðrenn tey fóru til hús fríggjadagin.
- Tað skal eingin billa mær inn, at onkur ikki veit, hvat hendir, tá klokkan er farin av 16 ein fríggjadag, sigur Harry Johannesen.