Maður lá undir lastbili


 

Sunnukvøldið klokkan hálvgum níggju hendi eitt arbeiðsóhapp á bryggjuni í Tjaldavík, sum er nakað sunnanfyri Øravík í Suðuroy.

Tveir mans arbeiddu við at lossa alifóður av tveimum lastbilum, tá óhappið hendi. Brádliga fær lastbilurin yvirbalansu, og hann koppar omanyvir menninir. Báðir royna at leypa á sjógv undan bilinum, men tann eini er ov seinur. Hann kemur at liggja undir bilinum.

Tíbetur fekk maðurin ikki álvarsamt mein av óhappinum. Hann breyt bara beinið, meðan hin slapp snikkaleysur. Teir sluppu sostatt væl frá tí.

Orsøkin til at bilurin koppaði var hon, at undirlendi har lastbilurin stóð, ikki var nóg trygt. Fóturin á lastbilinum, sum verður nýttur at stuðla uppundir bilin meðan lossað verður, glíður í lendinum, og tí koppaði lastbilurin.