Maðurin handan Dag og viku

Ein umráðandi postur í framleiðsluni á sjónvarpsredaktiónini, er ein persónur, sum ongantíð sjálvur kemur á skíggjan, men sum skal syrgja fyri at Dagur og Vika kemur á skíggjan sum ætlað. Tann postin eigur Rúni Friis Kjær. Tað, sum førdi hann aftur um knappaborðini í Kringvarpinum, er alskurin til at siga eina søgu

Tey fægstu geva sær helst far um hvat tað er fyri ein framleiðsla, sum fer í gongd, tá Dagur og Vika fer í luftina. Flestu okkara kenna vertirnar og ymsu reportararnar frá tíðindasendingini, men handan skíggjan og hvørja sending stendur eitt sjónvarpslið á 6 fólk. Ein av hesum er saman við redaktiónsleiðaranum við frá byrjan til enda, og hevur ábyrgdina av at Dagur og Vika fýra ferðir um vikuna kemur á skíggjan. Ein av teimum báðum, sum skiftast um krevjandi leiklutin, er 30 ára gamli Rúni Friis Kjær. Hann byrjaði sum freelansari í sjónvarpinum í 2001, og fór stutt eftir í læru sum framleiðslutøkningur.

- Tá mann velir at arbeiða innan hetta økið, er tað tí mann brennir fyri fakinum, sigur hann.

- Her rennir mann skjótt og nógv fyri at fáa alt at hanga saman. Uttan ein sterkan vilja, hevði tað ongantíð latið seg gjørt at havt eitt føroyskt sjónvarp. Samanborið við londini rundan um okkum, skuldi tað slettis ikki latið seg gjørt, sigur hann avgjørdur.

 

Hvat, hvar, nær

Rúni Friis Kjær veit hvat hann tosar um eftir at hava verið í starvinum í átta ár. Hann hevur langar arbeiðsdagar, har uppgávurnar skifta í millum at vera framleiðari og at klippa og taka upp. Sum oftast arbeiðir hann á longum vaktum sum vara 8-20.00 tá hann er í framleiðslu. Er hann upptikin av øðrum arbeiði í húsinum, arbeiðir hann á vakt sum eitur 8-16.00.

- Mín uppgáva er at syrgja fyri beinleiðis partinum, tá eg eri framleiðari á Degi og Viku. Eg samstarvi nógv við redaktørin á Degi og Viku, og saman leggja vit dagin til rættis. Mín spesifikka uppgáva er at taka í móti innsløgum, tá reportarar og upptøkufólk hava verið úti og gjørt onkra samrøðu, at klippa til og leggja innsløgini til rættis.

Hann skipar sostatt eina tíðindasending frá byrjan til enda, og tað er eisini hann, sum avgerð nær hvat kamera skal inn hvar, tá sent verður beinleiðis.

- Á ein hátt er tað ein gáva, sum redaktørurin keypir, og vit selja og pakka inn fyri hann, sigur Rúni Friis Kjær og flennir.

 

Høgt stress støði

Ein vanligur dagur hjá Rúna Kjær byrjar við einum redaktiónsfundi um morgunin, har tosað verður um hvat skal gerast til tíðindasendingina um kvøldið. So fer hann í holt við at klippa, skifta kamera og ymiskt annað, ið hoyrir til arbeiðið.

- Hetta er eitt arbeiðspláss við einum sera høgum stress støði. Størsta trýstið er uttan iva beint áðrenn deadline. Vit hava eina rættiliga flótandi deadline, hóast tann offisiella deadline’in er klokkan 18.00. Tað kemur meir enn so fyri, at innsløg ikki koma inn fyrr enn klokkan 18.45, og tað er tá, at planleggingin ríkur. Tá vit noyðast at sita og klippa meðan sendingin er í luftini, greiðir Rúni Friis Kjær frá.

Tilsamans eru fimm framleiðslufólk í starvi Kringvarpinum. Tað er ikki nokk, og skapar trupulleikar tá frítíð skal setast av til øll starvsfólk, ella tá sjúka ger um seg. Fyri at bøta um illa sperdu arbeiðsorkuna, er Kringvarpið farið undir at framleiða videojournalistikk.

- Tað merkir, at journalisturin fer út á onkra uppgávu við einum kamera, og tekur sær av øllum arbeiðnum sjálvur. Tað var NRK, sum var her og helt skeið fyri okkum, og við hesum er ætlanin at frígeva resursir, so serliga journalistarnir kunnu fáa betri arbeiðsumstøður. So teir hava betri stundir til at fara í dýpdina við evnunum, sigur Rúni Friis Kjær.

 

Betri tíðindagóðska

Eitt rættiliga vanligt fyribrigdi innan journalistiska arbeiðið, er at søgurnar, sum avtalað var at arbeiða við um morgunin, ikki halda, og ein so stendur við ongum tá tíðindasendingin fer í luftina. Eisini kann tað henda seg, at upptøkurnar og samrøðurnar taka longri tíð enn ætlað, og koma aftur stutt fyri deadline við 30 minuttum av upptøkum, sum skulu klippast niður hálvanannan og tríggjar minuttir. Í mesta lagi.

- Við broytingunum gerast tey væl gjøgnumarbeiddu kamera innsløgini eitt kvink verri, men tað journalistiska skuldi gjarna blivið betri. Tað snýr seg um forteljingina, sigur hann.

Tað ger tað eisini persónliga fyri Rúna Kjær. Hann byrjaði sína karrieru sum dj, og minnist at honum dámdi at spæla tónleik fyri fólki, sum var nýggjur og kundi vera áhugaverdur. So flutti hann seg inn á journalistiska økið, og byrjaði á Atlantic Radio og var í eina tíð í útvarpinum síðan í útvarpinum.

- Eg veit, at eg altíð havi verið hugtikin av at framleiða sjónvarp. Men tað hevur eisini nakað við tað at fortelja eina søgu, sum mær dámar so væl. Hetta er ikki bara eitt arbeiði fyri meg. Tað er samstundis mítt ítriv. Eg arbeiði ólønt eitt sindur við síðuna av, har eg fáist við nakað heilt annað, til dømis stuttfilmar, og her í húsinum sleppi eg at eg at royna alt møguligt. Mín fyrsta uppgáva í sjónvarpinum var at taka upp Nýggjárssendingina, síðan Prix Føroyar, Mentanartíðindi og tíðindini havi eg gjørt alla tíðina. So eg sleppi nógv runt í framleiðsluni. Og tað er umráðandi fyri meg at tað ikki kemur rutina í, sigur Rúni Friis Kjær.

 

Borið fram av stríðsanda

Hann er ikki avvísandi fyri tankanum um at hann verður gamal í starvinum sum framleiðari í Kringvarpinum. Í ymsum tíðarskeiðum hevur hann verið aðra staðni og arbeitt, eitt nú í Danmark og Íslandi.

- Men at vera við í uppbyggingini, sum eg eri í sjónvarpinum, dámar mær best. Hevði eg arbeitt hjá til dømis Danmarks Radio, hevði eg kanska bara sloppið at tikið upp ella bara klipt. Her er møguleiki at verða við til at uppfinna loysnirnar sjálvi.

Sjónvarpið hevur í ár 25 ár á baki, og sum Rúni legði út við at siga, hava vit eitt fólkatal so lágt, at tað snøgt sagt ikki skuldi latið seg gjørt at havt eitt føroyskt sjónvarp.

- Tíverri er hugburðurin millum fólk sum oftast at Kringvarpið onki nyttar. Men tað haldi eg ikki. Vit skulu bara hava eitt betri samskifti við borgaran. Lata hann vita, at hetta er fólksins kringvarp.

Hann er sjálvur hugtikin av hvussu sjónvarpið hevur megnað at yvirlivað í 25 ár. Hann vísir millum annað á sendingarnar hjá Zachariasi Hammer, har hann einsamallur var á ferð við einum upptøkutóli og mikrofon, og leveraði gott undirhald til føroyska hyggjaran.

- Sjónvarpsframleiðslan byrjaði og hevur alla tíðina verið hildin uppi av stríðsanda, og tað skal ikki gloymast, sigur Rúni Friis Kjær.