Macron: Eg komi til Grønlands við stuðli og vinarlagi

Franski forsetin er lendur í Nuuk, har Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen tóku ímóti honum.

Mette Frederiksen og Jens-Erik Nielsen tóku ímóti Emmanuel Macron, tá hann kom til Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, kom í dag til høvuðsstaðin í Grønlandi, Nuuk, har hann seinni skal hitta formannin í grønlendska landsstyrinum, Jens-Frederik Nielsen, og forsætisráðfrúuna í Danmark, Mette Frederiksen.

- Tað er ein heiður at vera her í dag. Innbjóðingin hevur nógv at týða fyri meg.

- Eg komi til Grønlands við einum boðskapi um samleika, stuðul og vinalag, sigur hann í sambandi við komu sína.

Macron er boðin til landið av grønlendingum sjálvum.

Fyrr í dag greiddi franski uttanríkisráðharrin, Jean Noel Barrot, fronsku útvarpsstøðini RTL frá, hvat áhugin hjá Fraklandi fyri grønlendskum viðurskiftum snýr seg um.

- Tað er vanligt, at Evropa og Frakland vísa sín áhuga, segði hann í samrøðu.

Á sjey tímar longu vitjanini í Grønlandi fer Macron at tosa við umboð fyri Grønland og Danmark um arktiska trygd, búskaparliga menning og veðurlagsbroytingar.

Hetta verður við fregattini Niels Juel, sum av somu orsøk hevur siglt til Nuuk.

Seinni skal Macron eftir ætlan fara ein tyrlutúr í vøkru náttúruni í Grønlandi, um veðrið loyvir tí.

Vitjan á einum vatnorkuverki er avlýst, tí mjørki gjørdi tað trupult hjá tyrlum at gera ætlaðu ferðina hagar.

Eftir fundirnar í Nuuk fer Macron víðari til Kanada, har árligi G7-fundurin verður frá mánadegnum til mikudagin.

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP er Macron fyrsti útlendski ríkisleiðarin, sum hevur vitjað Grønland, síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti við at leggja Grønland undir seg.

Fyrr í ár var amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, eisini eina stutta vitjan í Grønlandi á amerikansku hernaðarstøðini Pituffik.

Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA eigur at taka ræðið á Grønlandi bæði fyri at gagnnýta stóru goymslurnar av mineralum, men eisini tí at landið hevur stóran strategiskan og hernaðarligan týdning fyri arktiska økið.

Trump hevur ikki útilokað at brúka hermegi til at náa sínum máli.

Fyri stuttum varð amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, biðin um at avsanna, at verandi ætlanir eru um amerikanska innrás í Grønland. Hesum svaraði hann ikki beinleiðis.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mette Frederiksen og Jens-Erik Nielsen tóku ímóti Emmanuel Macron, tá hann kom til Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix