Løgreglan kannar nú málið um ta horvnu Madeleine McCann sum eitt drápsmál, og foreldur hennara eru undir illgruna. Portugisiskir fjølmiðlar avdúka í dag, at í veruleikanum hevur løgreglan handfarið málið um Madeleine McCann sum eitt drápsmál líka síðani fyrst í juni ella ein mánað eftir, at hon hvarv.
Alment hevur løgreglan sagt, at hon arbeiddi út frá teirri hugsan, at gentan var vorðin burturflutt. Men í dag skrivar blaðið Diario de Noticias, at síðani 3. juni hevur løgreglan arbeitt út frá tí ástøði, at gentan doyði á hotellkamarinum tann dagin, hon hvarv. Sambært blaðnum hevur serútgerð hjálpt løgregluni at finna nakrar næstan ósjónligar blóðblettir inni á kamarinum, har hon svav.
Portugisiska blaðið sigur frá sínum keldum, at løgreglan hevur leingi havt illgruna til foreldrini hjá Madeleine, Kate og Gerry McCann, og tí hevur løgreglan altíð hildið eyga við teimum. Sambært portugisiska blaðnum hevur løgreglan eisini illgruna um, at vinfólk hjá foreldrunum høvdu samband við tað, sum hendi Madeleine.