Madonna til Keypmannahavnar

Mánadagin 2. Juli er Parkin í Keypmannahavn karmur um konsert frá Madonnu, sum uttan iva er ein av heimsins størstu poppstjørnum.

 

Hóast hon nú er heili 53 ára gomul, so hevur eingin megnað at sligið Madonnu av trúnuni. Við fløguni MDNA er Madonna eisini fløguaktuell, og sunnudagin framførdi hon eitt av nýggju løgum sínum til Super Bowl, og var tann framførslan sera vælumtókt. Lagið ber heitið “Give Me All Your Luvin”.

 

Harumframt hevur Madonna fyri stuttum vunnið eina Golden Globe fyri lagið Masterpiece, sum var við í filminum “W.E.”, sum Madonna eisini hevur framleitt. Lagið er eisini at finna á nýggju fløguni.

 

Í 2008 og 2009 hevði Madonna eina rundferð við heitinum “Sticky & Sweet Tour”, og var tað við fløguni Hard Candy. Tá vóru øll atgongumerki til allar 85 konsertirnar seldar, so er áhugi fyri at fara til Danmarkar og uppliva Madonnu, so er

neyðugt at sláa til skjótt.

 

Sølan av atgongumerkjum byrjar í dag.

 

Hetta veit gaffa.dk í dag.