Mads Andreas fer at byggja vælveruhotell

Stigtakarin hevur leingi havt ein dreym um at bera okkurt serstakt aftur til heimbygdina.

 

 

Gongst soleiðis, sum eitt samt bygdarráð í Skopun og stigtakararnir aftan fyri verkætlanina ætla, fer eitt privat felag í næstum at byggja eitt vælveruhotell í Skopun.

Hetta er ikki ein partapolitisk ætlan, sum er komin undan kavi, tí kommunuval stendur fyri durum. Í staðin er hetta ein ætlan, sum alt bygdarráðið í Skopun stendur saman um og einmælt hevur samtykt at geva byggiloyvi til. - Hetta er ein verkætlan, sum vit øll standa saman um, og hetta er ein verkætlan hjá okkum øllum í Skopun, sigur Fríðhild Winther, bygdarráðslimur.

Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, sum er uppstillaður á øðrum lista enn Fríðhild Winther, er sera fegin um hesa verkætlan, sum nú er vorðin almenn. Hann vísir á, at kommunan í eina tíð hevur havt samskifti við privatar, sum vilja byggja hotellið í Skopun, og fyrst í oktober í ár varð alt bygdarráðið bjóðað til eina framløgu av forvitnisligu verkætlanini.

- Vit vóru øll í Havn og sóu eina fantastiska framløgu, sum veruliga hugtók okkum øll, sigur borgarstjórin og vísir á, at síðan kunningina, hevur bygdarráðið í Skopun viðgjørt málið og hevur einmælt samtykt at geva stigtakarunum byggiloyvi.

- Okkara íkast verður í fyrsta lagi, at vit lata økið ókeypis, sum kommunan eigur, og vit hava sagt, at kommunan eisini kann hjálpa til við kloakkum og íbindingum, sigur Gerhard Lognberg.

Fríðhild Winther sigur, at samanlagt er talan um eina stóra verkætlan, sum røkkur longur enn bara til hotellið. - Vit hava leingi havt ætlanir um at leggja gøtur í náttúruvakra umhvørvinum, men higartil er lítið komið burtur úr. Her er neyðugt við avtalum við teir, sum eiga lendið, men nú henda verkætlan er so nær, eiga vit at koma í gongd við gøtunum sum skjótast.

Hon heldur, at økið við Norðaravatn og Høvdarhagi í síni heild er eitt av náttúruvakrastu økjum í Føroyum, og tí hevur hetta umhvørvi eisini eitt stórt potentiali í ferðavinnuhøpi. - Soleiðis, sum eg havi skilt, verður talan í fyrsta lagi um hotelkømur, og síðan verður verkætlanin útbygd til eisini at fevna um vælverutænastur sum eitt nú spa.

Fríðhild Winther sigur, at stigtakararnir hava stórar ætlanir við ferðavinnuni í økinum, og hon heldur, at her eru nógvir áhugaverdir tankar frammi um, hvussu hetta kann gerast.

Tað er neyvan nøkur loyna millum skopuningar, hvør stigtakarin til verkætlanina er. Tað er Mads Andreas Winther, sum er skopuningur og eigur fyritøkuna, Elding. Hann hevur altíð havt eitt heitt hjarta fyri síni heimbygd, og tað er heldur eingin loyna, at hann leingi hevur havt ein dreym um at bera okkurt serstakt aftur til bygdina.

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er ein størri frásøgn um hesa forvitnisligu verkætlan í Skopun. Tað er Mads Andreas Winther sjálvur, sum hevur latið In.fo viðheftu mynd (ovast), og stigtakarin heldur, at hetta er ein ógvuliga spennandi ætlan, sum meira kann lesast um í VikuskiftisSosialinum.

##med2##