Maður ákoyrdur í gonguteigi

Løgreglan fer nú at kanna umstøðurnar fyri at vita um broytingar eiga at verða gjørdar

Beint eftir klokkan níggju í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur hevði koyrt á ein mann við rundkoyringina ovarliga á Glyvursvegi á Argjum.

 

Maðurin var á veg tvørtur um vegin eftir gonguteiginum, tá ið hann varð raktur av einum bili. Stoyturin var ikki so øgiliga harður, men maðurin fór um koll og hevur skurðslað seg. Men tað ringasta er, at í fallinum sló hann eisini andlitið í og breyt framtenninar. Sjúkrabilur varð boðsendur so at maðurin kundi koma undir læknahond.

 

Bilførarin, sum var blaðungur, hevur viðurkent tað, sum hendi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk verða ákoyrd á gonguteigum og nú fer løgreglan út á Argir at hyggja at umstøðunum. Endamálið er at fáa greiði á, um nøkur serlig orsøk kann vera sum ger sítt til, at slíkt hendur. Í hesum sambandi fer løgreglan at kanna, hvussu gott ljósið er við gonguteigin, ella um aðrar umstøður eru, sum eiga at verða broyttur.

 

Hesa tíðina er tað myrkt klokkan níggju á kvøldið tá ið óhappið hendi, og spurningurin er eisini um fólk brúka endurskin – ella um talan rætt og slætt bara er um, at bilførarin ikki ansaði nóg væl eftir.

 

At koyra á fólk, sum eru á veg tvørtur um vegin eftir einum gonguteigi, er ein álvarslig støða fyri bilføraran. Tað merkir, at sostatt hava fólk, sum eru til gongu tvørtur um ein veg eftir einum gonguteigi, hava eina serliga verju í lógini. Tað merkir somuleiðis, at  revsingin fyri at koyra á fólk í einum gonguteigi, er eisini serliga hørð. Í slíkum føri er sostatt rættiliga stórur vandi fyri at missa koyrikortið.