Maður hótti starvsfólk á Herberginum

Áðrenn løgreglan kom á Herbergið, var maðurin rýmdur og farin umborð á Smyril. Tá hann kom í land á Drelnesi, stóð løgreglan fyri honum.

Nakað um somu tíð, sum ferðsluóhappið var á Velbastaðhálsi seinnapartin í gjár, varð ringt av Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn.

 

Her hevði ein maður, sum búði á Herberginum, hótt starvsfólk so mikið ógvusliga, at tey gjørdu av at senda boð eftir løgregluni.

 

- Um somu tíð, sum henda fráboðan kom, fingu vit eisini fráboðanina um ferðsluóhappið á Velbastaðhálsi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

Tá løgreglan seinni komu á Herbergið, var maðurin, sum hevði hótt starvsfólk, horvin.

 

Løgreglan skilti tó, at maðurin nú var á veg til Suðuroyar við Smyrli. 

 

- Vit syrgdu fyri, at løgreglan stóð fyri honum, tá hann kom í land á Drelnesi, og haðani varð hann tikin við á støðina til avhoyringar.

 

Vaktleiðarin sigur, at eftir at maðurin var avhoyrdur um hendingina á Herberginum, varð hann latin leysur.

 

- Men, tað er ikki í lagi at hótta starvsfólk, og tí verður maðurin nú eisini skuldsettur fyri hóttanir, verður lagt aftrat.