Seinasta fríggjakvøld fekk Grønlands Politi boð um at koma út á eina adressu í Nuuk, har ein 36 ára gomul kvinna varð funnin við knívstungum.
Kvinnan fekk fyrstu hjálp á staðnum, men eftir at hon var komin á sjúkrahús, doyði hon. Løgreglan hevur handtikið ein mann í samband við hendingina.
Eftir grundlógaravhoyr í Nuuk leygardagin er maðurin varðhaldsfongslaður í fyribils 28 dagar, veit Grønlands Politi at siga, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.
Løgreglan sigur, at maðurin er ein 28 ára gamal grønlendingur, og løgreglan heldur, at hann er sekur í brotsgerðini móti 36 ára gomlu kvinnuni.
- Við atliti til kanningararbeiðið í málinum, vil Grønlands Politi í løtuni ikki siga meira um málið, veit Sermitsiaq at siga.