Føroyskir lyftarar við góðum úrslitum í Eysturríki

Leygardagin 22. august varð 20th International Women Grand Prix hildin í Wels í Eysturríki. Tríggir lyftarar umboðaðu Føroyar

 

Tíðindaskriv:

 

Tær vóru: Herborg Eyðunsdóttir Justinussen, Barba Jansdóttir Andreasen og Maibrit Reynheim Petersen. Afturat teimum var Frank Petersen við sum venjari.

 

Sterk framløga hjá Herborg

20 ára gamla Herborg Eyðunsdóttir Justinussen hevði ein sera góðan kappingardag. Hon setti nýggj persónlig met í báðum lyftum, við 1 kg betring í trekk og 2 kg í vend og stoyt. Samlaða úrslitið gjørdist 129 kg, sum gav henni 170,13 Sinclair-stig.

 

Hjá Herborg var kappingin eftir tvýdysti í vektbólkinum -63 kg fyri vaksin, tað vil siga í bólkinum fyri øll frá 15 ár og eldri. Hon endaði nummar 12 av 16 luttakarum. Hetta er besta úrslitið hjá Herborg higartil.

Heiðursmerkið til Barbu

35 ára gamla Barba Jansdóttir Andreasen kappaðist í -63 kg mastersbólkinum (35–39 ár). Hon lyfti samanlagt 142 kg, ið er hennara triðbesta úrslit nakrantíð.

 

Í masters-kappingini verður roknað eftir SHMF-stigum, ein sergjørd stigaskipan fyri masters. Her varð kappast yvir allar vektflokkarnar í aldursbólkinum 35–39 ár. Barba gjørdist nummar 3 av 13 íðkarum og fekk sostatt heiðursmerkið. Hon fekk eisini 196,26 SHMF-stig umframt 186,59 Sinclair-stig.

Tað regnaði við føroyskum metum

Av tí at nýggir vektflokkar komu í juni, gjørdust øll lyftini hesaferð føroyskt met. Barba eigur nú metini í -63 kg flokkinum í 35–39 ára bólkinum, umframt sjálvt -63 kg metið. Herborg eigur junior-metið í sínum flokki.

Óheppið fyri Maibrit

Maibrit Reynheim Petersen, ið hevði arbeitt miðvíst fram ímóti kappingini og var væl fyri bæði í styrki og kropsvekt, skuldi kappast í nýggja 69 kg vektflokkinum. Tíverri gjørdist hon skødd fríggjakvøldið áðrenn kappingina og kundi tí ikki luttaka.

Góðar framtíðarvónir

Við persónligum metum og heiðursmerkjum varð aftur staðfest, at kvinnuliga vektlyftingin í Føroyum hevur eitt gott støðið og er á rættari leið á altjóða palli.