Mæla Trump frá at halda veljarafundir uttandura

Trygdartænastan Secret Service vil hava Donald Trump undir tak

(Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix)

Amerikanska trygdartænastan Secret Service, ið hevur ábyrgd av trygdini hjá politikarum, hevur mælt Donald Trump frá at halda veljarafundir uttandura.

 

Tað ger Secret Service, eftir at drápsroynd varð framd ímóti forsetavalevninum fyri 10 døgum síðani. Tað hendi á uttanduraplássi í Pennsylvania.

 

Washington Post skrivar, at Secret Service betur kann veita vissu fyri trygdini, um veljarafundir eru innandura. Sambært blaðnum hevur Donald Trump í løtuni ongar ætlanir um at halda uttandurafundir, og kampanjufólk hjá honum leita eftir stórum høllum at brúka til tiltøk innandura.  

 

Síðani Donald Trump á fyrsta sinni steig fram sum politikari, hevur hann verið við á hundraðals uttanduratiltøkum.

 

Í gjár fór Kimberly Cheatle úr starvinum sum stjóri fyri Secret Service orskað av hendingini í Pennsylvania, tá ið Donald Trump var særdur í oyrað av skoti.

 

(Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix)