Maersk Air í 30 ár

Maersk Air hátíðarhelt hósdagin, at tað eru 30 ár síðan, felagið byrjaði at flúgva til Føroya

 

Flogferðsla

Edvard Joensen

Flogvøllurin: Jubileumsflogfarið hjá Maersk Air úr Keypmannahavn lendi í Vágum klokkan knapt 11 fyrrapartin hósdagin 1. mars við 80 ferðafólkum og fór avstað aftur ein lítlan tíma seinni við 64 ferðafólkum. Millum ferðafólkini til Føroya var leiðslan í Maersk Air og fyrrverandi stjórin í Danair.

Tá Maersk Air fyri 30 árum síðani byrjaði at flúgva til Føroya, var tað sum partur av Danair.

Øll hesi árini hevur Flogfelag Føroya verið umboð fyri Maersk Air í Føroyum. Menninir aftan fyri Flogfelagið fyri 30 árum síðan vóru Lars Larsen, sum enn er stjóri, og Hugo Fjørðoy, sum ikki er í felagnum meira.

Men tað er familjan kortini. Tí á føðingardagsferðini var sonur Hugo, Jógvan Fjørðoy, flogskipari.

Í dýrdarveðri lendi flogfari í Vágum, og ferðafólkini komu inn í terminalin, har skipað var fyri móttøku í samband við dagin. Væl av fólki var á flogvøllinum. Bæði ferðandi og onnur, sum boðin vóru og annars vóru komin at forvitnast.

Ole Dietz, stjóri í Maersk Air helt stutta røðu, har hann fegnaðist um framgongdina hjá felagnum á Føroyarutuni seinnu tíðina.

Hesi 30 árini hevur Maersk Air flutt 1,2 milliónir ferðafólk millum londini, segði Ole Dietz. Hann nevndi eisini, at tað tóktist ikki nerva flutningin, at eitt flogfelag aftrat var komið á rutuna.

Eftir at Ole Dietz hevði havt orðið, helt flogvallarovastin, Finnbogi Niclasen, røðu, har hann takkaði Maersk Air fyri samstarvið. Hann nevndi millum annað, at tað tóktist vági at koma við so stórum flogførum sum Boeing 737 til so stuttan vøll, sum tann í Vágum var. Men tað bar til, og tað ber væl til enn, segði hann.

Finnbogi Niclasen handaði Ole Dietz, stjóra í Maersk Air, ein málning, sum Lasse S í Sørvági hevði málað til dagin. Myndin var av Sørvágsfirði við einum Maersk Air flogfari á veg inn móti flogvøllinum.

Ole Dietz takkaði fyri gávuna og segði, at hann kundi tryggja Finnboga, at málningurin fór at fáa eitt gott pláss á leiðsluskrivstovuni hjá Maersk Air í Keypmannahavn.

Umframt móttøkuna á flogvøllinum heldur Maersk Air eisini dagin við samkomum í Tórshavn.